Jónas heldur fram í Crewe

Føroyski landsliðsleikarin sleppur at royndarvenja í felagnum í minst eina viku afturat. Sambært heimasíðuni hjá fótbóltsliðnum Crewe Alexandria í Onglandi sleppur, Jónas Þór Næs, sum royndarvenur har, at venja við felagnum í ein viku afturat, áðrenn endalig støða verður tikin um lagnu hansara í Crewe. Jónas Þór Næs hevur spælt ein hálvleik í venjingardysti fyri felagið, og venjararnir vilja síggja meira frá føroyska landsliðsleikaranum. Crewe spælir í fjórðbestu ensku deildini.