Fyrsta bríkslið verður klokkan 17 í fótbóltslandsdystinum millum Estland og Føroyar.
Ein nýggjur maður er á føroyska liðnum. Tað er Jónas þór Næs úr Køge, sum skal rækja høgra vongverjuplássið. Jónas hevur higartil verið fastur maður á U-21 landsliðnum, men nú skal hann royna seg á a-landsliðnum.
Føroyska liðið er mannað soleiðis: Jákup Mikkelsen - Jónas þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Einar Hansen - Jákup á Borg, Tem Hansen, Súni Olsen, Símun Samuelsen - Christian Lamhauge Holst, Rógvi Jacobsen.