Tveir av teimum fimm føroyingunum í FIF vóru við, tá ið HC Midtjylland bjóðaði av á Frederiksberg í dag.
Les eisini:
Eirikur og hinir í FIF: Jú fleiri føroyingar jú betri
HC Midtjylland lá áðrenn dystin triðfremst í donsku fyrstu deild, meðan FIF lá á tíggjunda plássi.
Men føroyingarnir og FIF løgdu væl fyri og hildu dystin javnan fyrstu løtuna - millum annað við einum brotskasti sum Rói Berg Hansen setti í málið til 5-5.
Løtu seinni fekk føroyski vongurin møguleikan at leggja FIF á odda við tveimum, men hesaferð brendi hann brotskasti og mótstøðuliðið kundi javna til 7-7.
Men hetta mundi einki gera. Eftir 18 minuttum av fyrra hálvleiki hevði FIF skorað fleiri ferðir á rað, og Jónas Gunnarsson Djurhuus gjørdi støðuna til 12-7 til FIF.
Har komu ikki fleiri mál frá føroyingunum í dystinum, og tað gjørdist sum heild trupult hjá FIF at skjóta mál. HC Midtjylland javnaði eftir at avloysarin hjá Róa Berg Hansen brendi brotskast nakað inni í seinna hálvleiki og so tóktist tað sum at HC Midtjylland fór at sleppa sær undan.
FIF var aftanfyri 22-20 tá ið Rói Berg Hansen aftur fekk møguleikan við brotskasti - men aftur hesaferð brendi føroyingurin.
Løtu seinni minkaði fyrrverandi KÍF-leikarin, Fredrik Sørensen, kortini um munin, men tað sá svart út tá ið støðan gjørdist 24-21 til mótstøðuliðið og einir átta minuttir restaðu í.
Men FIF tók sær um reiggj, javnaði til 25-25, aftur til 26-26 og í allarseinastu sekundunum stjólu FIF og føroyingarnir sigurin við úrslitinum 27-26.
Sostatt fær FIF eina lítla fjarstøðu til niðurflytingarstrikuna. Málið hjá FIF og teimum fimm føroyingunum er fyrst og fremst at bjarga sær í hetta fyrsta árið í fyrstu deild.
FIF-HC Midtjylland 27-26 (16-13) (hbold.dk)
FIF: Jeppe Villumsen 7, Andreas Hampe 5, Tobias Myssing 3, Mads Hansen 3, Frederik Sørensen 2, Daniel Sørensen 2, Jonas Djurhuus 1, Mathias Weirup 1, Ronnie Andersen 1, Röi Hansen 1.
HC Midtjylland: Mikkel Madsen 8, Sebastian Jensen 8, Mathias Petersen 4, Rasmus Madsen 2, Nicolai Witt 2, Marcus Abildgaard 1, Jonathan Sørensen 1.
Les eisini:
Fýra mál og stig til Rók og Teis ímóti oddaliðnum
Støðan í donsku fyrstu deild (haandbold.dk):
Nr | Lið | D | V | J | T | +/- | |
1 | TMS Ringsted | 10 | 8 | 1 | 1 | 310 - 246 | 17 |
2 | Skive fH | 10 | 7 | 1 | 2 | 288 - 271 | 15 |
3 | Otterup HK | 10 | 7 | 0 | 3 | 284 - 270 | 14 |
4 | HC Midtjylland | 10 | 6 | 0 | 4 | 280 - 268 | 12 |
5 | Team Sydhavsøerne | 10 | 6 | 0 | 4 | 283 - 261 | 12 |
6 | HC Odense - Herrer | 10 | 5 | 0 | 5 | 302 - 276 | 10 |
7 | Ajax København | 10 | 4 | 2 | 4 | 271 - 270 | 10 |
8 | HØJ Elite | 10 | 5 | 0 | 5 | 268 - 269 | 10 |
9 | IK Skovbakken | 8 | 4 | 1 | 3 | 224 - 223 | 9 |
10 | TM Tønder Håndbold | 10 | 4 | 0 | 6 | 266 - 281 | 8 |
11 | FIF | 10 | 4 | 0 | 6 | 246 - 266 | 8 |
12 | Odder Håndbold | 9 | 2 | 0 | 7 | 236 - 262 | 4 |
13 | HEI, Skæring | 9 | 1 | 1 | 7 | 197 - 231 | 3 |
14 | Roskilde Håndbold | 8 | 1 | 0 | 7 | 199 - 260 | 2 |