POLITIKKUR
?Eg síggi avgerðina hjá løgmanni sum eina juridiska avgerð. Tað er uppgávan hjá løgmanni at hava eftirlit við landsstýrismonnunum. Hann hevur givið Jørgen Niclasen fleiri átalur, men ikki valt at koyra hann frá, og hetta er ein rættur, hann hevur. Talan er ikki um nakra politiska avgerð, sigur Jenis av Rana, ting- og formaður fyri Miðflokkin.
Avgerðin um átalur hjá løgmanni var ein juridisk avgerð, og tann politiska avgerðin skal ? sambært Jenis av Rana ? takast av samgonguni.
?Tað er samgongan, sum hevur átikið sær at stýra landinum, og eg vænti, at ein politisk avgerð verður tikin í samgonguni, har løgmaður eisini verður við, sigur Jenis av Rana.
Støðan hjá Jenis er ógvuliga greið um framtíðina hjá Jørgen Niclasen.
?Eg fari at heita á Jørgen Niclasen um at fara úr starvinum sum landsstýrismaður. Hetta vildi verið tað besta fyri samgonguna og fyri Jørgen sjálvan. Tað skaðar umdømi hjá samgonguni, at hann verður sitandi í landsstýrinum, sigur Jenis av Rana.
Formaðurin í Miðflokkinum heldur tað vera púrasta burturvið at tosa um misálit á løgmann.
Hann hevur ikki tikið støðu til, um hann fer at atkvøða fyri einum misáliti í Løgtinginum, verður hansara áheitan ikki gingin á møti.
?Eg fari fyrst at heita á hann um at leggja frá sær, og so fáa vit at síggja, hvat víðari hendir, sigur Jenis av Rana.
Ikki undirgrava
Fyri Jenis av Rana hevur tað alt at siga, at arbeiðið hjá kanningarstjóranum ikki verður sæð burtur frá.
?Vit mugu ikki undirgrava arbeiðið hjá kanningarstjóranum. Um mann ikki virðir kanningarnar hjá einum tílíkum og ásetur fylgjur eftir niðurstøðum hjá honum, so kunnu vit tað sama avskaffa at hava kanningarstjórar, metir Jenis av Rana.
Stórur vandi er fyri, at avgerðirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni heldur ikki verða fylgdar, um kanningarstjórar ikki verða virdir, metir Jenis av Rana.
?Hetta hendir ikki uttanlands, sigur Jenis av Rana.