Jørgen harmast Matfestivalin

Tað harmar Uttanríkisráðið almikið at frætta, at Tórshavnar Matfestivalur, sum Vinnuhúsið í fjør valdi sum Ársins Átak, ikki verður aftur í ár.

Í gjár bar stigatakarin, Mortan í Hamrabyrgi, tey boðini, at Tórshavnar Matfestival er avlýsitur tí at krøvini um, at kjøt skal verða slaktað á góðkendum sláturvirki, er ein forðing fyri festivalinum.

Uttanríkisráðið heldur, at ein slíkur matfestivalur hevði varpað ljós á nógvu og spennandi rávørurnar í Føroyum og møguleikararnar at menna okkara matmentan.

- Síðstu árini hevur sjóneykan veruliga verið sett á norðurlendskan mat og rávørur. Eitt gott dømi um hetta rák er, at matstovan NOMA í Keypmannahavn, sum byggir á norðurlendska matmentan og rávørur, herfyri var kosin at vera besta matstova í heiminum. Føroyar eru í alt ov lítlan mun partur av hesum ráki, og tað er ein stórur missur bæði fyri okkara land og fyri ferðafólkini, sum koma til Føroya, heldur Uttanríkisráðið.

Ráðið vísir á, at partur av orsøkini tykist vera krøvini í matvørulóggávuni. Vit skulu sjálvandi tryggja okkum, at maturin, sum verður borðreiddur er í lagi, men vit eiga samstundis at arbeiða við at finna loysnir, sum hóska til okkara samfelag við 50.000 íbúgvum. Tað hevur verið samskifti um hesi viðurskifti millum Uttanríkisráðið, Vinnumálaráðið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, o. o. Hetta førdi m. a. til eina skilgóða loysn, sum loyvir borðreiðing av mati í privata húsarhaldinum. Vit eru sera fegin um hesa skipan, sum er eitt stig á vegnum at menna Føroyar sum ferðafólkaland. Tó er ein týðandi partur eftir, og tað er manglandi møguleikin hjá matstovum at kunnu borðreiða við føroyskum rávørum, so sum lambs- og neytakjøti, sjógæti osv.

Jørgen Niclasen, ráðharri við ábyrgd fyri ferðavinnu, sendi í gjár skriv til Johan Dahl, vinnumálaráðharra við áheitan um at finna eina loysn á hesum máli. Endamálið er, at vit eins og okkara grannalond kunnu víðarimenna okkara matmentan, so hon kann gerast ein náttúrligur partur av okkara gerandisdegi og eitt serligt upplivilsi fyri okkara ferðafólk.