Verður ein loysn ikki funnin á málinum um at skipa eina tilbúgvingarætlan í Føroyum, so verður eingin oljuboring undir Føroyum í ár. 1. apríl skal tilbúgvingin verða klár, so at føroyskir myndugleikar eru klárir, um ein vanlukka av onkrum slagi hendir í Føroyum
Fiskimálastýrið hevur arbeitt við tilbúgvingini í fleiri mánaðir, og fleiri samgongu- og landsstýrisfundir hava verið, men enn er einki komið uppá pláss í sambandi við MRCC-skipanina (Maritime Rescue Coordination Center).
Hósmorgurin klokkan 10 verður samgongufundur um málið, og tá skal støða takast til, um loysnin hjá Jørgeni Niclasen, sum hevur tilbúgvingina um hendi, skal samtykkjast.
Jørgen mælir til eina loysn, har øll tilbúgvingin verður á føroyskum hondum. MRCC-skipanin skal vera í Telegrafstøðini í Havn. Hesin bygningurin skal so keypast fyri 20 milliónir krónur, men hetta krevur eina eykajáttan frá tinginum.
Tað hevur verið ikki sørt av politiskum kegli um tilbúgvingina, og Jørgen Nicalsen sigur seg hava fingið ?misjavnar? útmeldingar frá politikarunum í samgonguni. Óvist er, um hinir samgongulimirnir vilja skipa MRCC-støðina eftir sama leisti, sum Fiskimálastýrið leggur upp til.
? Um henda loysnin ikki verður samtykt, so má eg bara royna eina aðra loysn, sigur Jørgen Niclasen.
Ein onnur loysn, sum talan eisini hevur verið um, er, at MRCC-skipanin í sambandi við oljuvinnuna verður á Marinustøðini í Havn, har núverandi MRCC-skipan longu er.
Marinustøðin hevur havt bjarging á sjógvi um hendi síðan 1969, men teir hava ikki ta neyðugu útgerðina til eisini at skipa fyri bjarging í oljuvinnuni.
Jesper Dinesen, ovasti á Marinustøðini sigur, at teir eru altíð tilreiðar at taka hesa uppgávuna á seg, men teir skulu hava boð um hetta frá donsku myndugleikunum.
Politiskur vilji er tó ikki fyri, at tilbúgvingin verður skipað av donksum myndugleikum. Landsstýrið tekur undir við eini føroyskari loysn.
Tjóðveldisflokkurin hevur ikki meldað nakað greitt út enn, meðan Sjálvstýrisflokkurin er heldur ivasamur.
? Tað skal vera ein føroysk loysn, eingin ivi um tað, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sum annars ikki kann siga nakað ítøkiligt um hetta málið enn, men hann heldur ikki, at tað er nøkur stór ósemja um hetta málið. Hann leggur afturat, at tað er alneyðugt, at tilbúgvingin verður klár skjótt, tí oljufeløgini bíða.
Leggur seg ikki tvøran
Burðurin hevur verið tungur hjá hesi tilbúgvingarætlanini, sum hevur verið á veg leingi. Jørgen Niclasen sigur seg vænta og vóna, at ein loysn finst á málinum á samgongufundinum. Hann leggur afturat, at loysnin má finnast nú.
? Eg dugi ikki at siga beint nú, um neyðugu pengarnir verða játtaðir av samgonguni, tí misjavnar útmeldingar koma frá politikarunum, sigur Jørgen Niclasen.
? Eg havi sagt samgonguni, at eg fari ikki leggja meg tvøran fyri, at ein loysn verður funnin, tí vit kunnu ikki lata hetta málið draga út, sum við so nógvum øðrum.
? Okkara aðalmál er, at oljuboringin kann fara av bakkastokki í ár. Einasta uppgáva hjá føroyingum er at fáa MRCC-støðina at rigga, og tað hevði verið ótrúligt, um vit ikki kunnu klára tað, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen dugir ikki at meta um útlitini fyri, at MRCC-støðin verður klár og sigur, at um undirtøka ikki er fyri hesi loysnini, so má hann royna eina aðra.
Tað er at lata danskar myndugleikar ella Marinustøðina taka sær av henni ella at lata MRCC-støðina í Aberdeen taka um endan. Hesum mælir Jørgen Niclasen tó ikki til, men kanska er tað einasti útvegurin.
Bygningur má fáast til vega
Um oljufeløgini skulu kunna fara undir royndarboringar fyrst í juni í ár, so má MRCC-skipanin vera virkin í seinasta lagi 1. apríl. Tí er neyðugt, at bygningur til hetta endamálið fæst til vega skjótast gjørligt.
Í einum tilmæli hjá Fiskimálastýrinum verður sagt, at Telegrafstøðin er besti bygningurin til hetta endamálið. Aðrir bygningar hava verið kannaðir, men teir lúka ikki tey neyðugu krøvini um trygd og fjarstøðu til bæði lands- og ríkismyndugleikar.
Í tilmælinum stendur, at tað er umráðandi, at MRCC-støðin liggur væl fyri, so at avvarðandi myndugleikar hava stutta fjarstøðu, um ein vanlukka hendir.
Eisini verður víst á, at møguleiki er fyri rationaliseringum, um Telegrafstøðin verður keypt. Har ber til at hava fleiri stovnar undir Fiskimálastýrinum undir somu lon.
Jørgen Niclasen sigur seg ikki vera sinnaðan at bíða við tilbúgvingarætlanini, men hon skal upp at koyra skjótast gjørligt.