Jørgen: - So hendi tað eisini fyri meg

- Eg havi altið verið bangin fyri stiga, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum sjálvur datt í stiga í gjár.

 

- So hendi tað fyri meg eisini. Altið verið bangin fyri stiga. Havi sæð tveir menn dottið niður við stiga.

Soleiðis greiðir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frá á sínari Facebook-síðu í gjár.

Og nú vil hann ávara onnur.

- Í dag kom eg nakrar metrar upp, og so fór stigin undan mær. Trúði, eg kundi fóta mær, men tað gekk so skjótt, at beinið lá ímillum.

Tíbetur fekk landsstýrismaðurin ikki stórvegis mein í fallinum, men hann slapp tó ikki púrasta snikkaleysur:

- Eg var heppin, bara skursl á báðar armar, og beinið er tíbetur bara meiðslað og blátt. Nú er stigin skrúvaður fastur. Ansið eftir, eru orðini hjá Jørgeni Niclasen.

Landsstýrismaðurin hevur lagt hesar reglur út á sína Facebook-síðu fyri at ávara onnur, nú summar er, og fólk hugsandi fara upp í stiga at mála.