Jørgin Gunnarsson 50

Seinasta fríggjadag varð 50 ára føðingardagur hildin fyri 100 gestum í Bremnesi á norsku oynni Bømlo. Føðingardagsbarnið var havnarmaðurin Jørgin Gunnarsson.

Jørgin er føddur í Havn 1. mars 1952. Eftir skúlagongd í Havn og í Keypmannahavn flutti hann til USA, har hann starvaðist sum handilsskrivari á donsku sendistovuni í New York.
Í 1980 tók hann hægri handilsprógv á Føroya Handilsskúla og flutti síðan til Quebec í Kanada har hann var útgerðarmaður hjá føroyska rækjutrolaranum »Kristinu Logos«.
Í 1983 varð Jørgin settur skrivari hjá nevndini viðv. Fiskaaling, og síðan 1985 hevur hann selt Bridgestone aliringar og aðra aliútgerð í stórum parti av heiminum.
Hann hevur eisini starvast sum bilseljari, ferðaleiðari og lærari á Handilsskúlanum í Marknagili.
Síðan 1994 hevur familjan búð í Bømlo, har Jørgin rekur sítt egna virkið, Akva Trade AS.
Hann er samskipari hjá ferðavinnufelagnum í oynni og hevur fleiri álitisstørv innan mentunarlívið í Bømlo. Harafturat er hann nevndarformaður í feløgunum »Lift Up AS« og »Seilmaker Service AS«, sum bæði framleiða og selja aliútgerð, m. a. til Føroya.
Jørgin er giftur við Lis-Mariu Brimheim úr Havn. Tey eiga tey seks børn, sum øll búgva í Noregi.
m.g.