Jørman Petersen er nú stats­autoriseraður

Jørmann Petersen, grann­skoðari hjá Nota í Havn prógv sum statsaut. revisor í Keypmannahavn. Jørmann Petersen, sum er føddur 1. apríl 1972, er uppvaksin í Sandavági hjá foreldrunum Onnu Sofíu og John Petersen.
Jørmann tók hægri handilsskúlaprógv í Tórs­havn í 1992, og eftir hetta fór hann bein­leiðis í læru hjá Grann­skoð­ara­felagnum Carl Vil­helm Weihe, sum grann-skoð­ara­virkið NOTA æt tá. Í 1997 fór hann til Dan­markar til víðari lestur, har hann tók cand.merc.aud. prógv í 2002.
Jørmann arbeiðir í dag sum grannskoðari hjá grann­skoðaravirkinum NOTA, og hevur arbeitt har tilsamans í umleið 12 ár. Hjá NOTA eru í dag tveir statsaut. revisorar, Hans Laksá og Jørmann Petersen, sum báðir eru við til at mynda ovastu leiðsluna í felagnum.
Jørmann býr í Hoyvík saman við konuni Bryn­hild, og saman hava tey døtrarnar Ronju og Juliu.