Megnarprísurin verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti.
Tað var í samband við íverksetaratiltakið Kvinnur megna, ið Íverksetarhúsið og blaðið Kvinna stóðu fyri, at Jórun F. Mørkøre bleiv heiðrað. Jórun F. Mørkøre er stjóri í Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík.
Í grundgevingini fyri at lata Jóruni F. Mørkøre Megnarprísin, segði dómsnevndin millum annað, at kvinnan hevur víst góð úrslit, hevur víst nýhugsan, hevur givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur og hevur víst árræði og dirvi.
Dómsnevndin vísti somuleiðis á, at Jórun F. Mørkøre hevur megnað at skapt fleiri nýggj arbeiðspláss og hevur hildið áframm, hóast tað mangan hevur verið trupult. Hon hevur torað at tikið á seg ein stóran fíggjarligan vága og hevur allatíðina ment seg. Harumframt er hon ein spennandi og aktivur persónur, ið eisini hevur yvirskot at røkta seg sjálva og hevur tikið frítíðarítrívið til næsta stig.