Jórun Klakstein 70 ár

Í dag fyllir Jórun Klakstein í Klaksvík 70 ár. Jórun er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Klaksvík í 50 ár. Foreldrini vóru Margretha og Esmar Simonsen. Margretha var ættað frá Vatnsoyrum og Esmar av Kirkju. Jórun hevur tríggjar yngri beiggjar – Martin, Tróndur og Mourits.
Sum ung var Jórun niðri í Keypmannahavn, har hon arbeiddi á Hotel Hebron eina tíð. Í 1962 fór hon til Klaks­víkar at arbeiða í handlinum hjá Dorus Hvidbro í Vík­un­um. Í Klaksvík hitti hon Stein­mund Klakstein, ætt­aður úr Vági í Klaksvík, og tey giftust í 1963. Í 1968 bygdu tey hús á Stongunum – á Skáltavegnum - og har búgva tey enn. Fyrstu nógvu árini var Jórun heimagangandi við fýra synum, sum vóru føddir í árunum frá 1964 til 1976. Synirnir eru: Heini (1964), Esmar (1968), Eyðun (1972) og Bárður (1976). Tríggir teir elstu búgva við familju í Klaksvík, meðan Bárður er búsitandi við familju í Es­bjerg.
Miðskeiðis í 1980’unum byrjaði Jórun sum dagrøktari, og hetta starv røkti hon til fyri einum hálvum ári síðani, tá ið hon gavst. Tá hevði hon verið dagrøktari í 27 ár og hevði havt umleið 70 børn í dagrøkt.