Júst í Túni 100 ár

Í dag eru hundrað ár síðani, at Júst í Túni á Toftum varð borin í heim

Um aldarskiftið skipaði Dimmalætting fyri, at lesararnir kundu velja aldarinnar skipara. Lesararnir valdu Júst í Túni á Toftum. Hann var føddur 22. desember í 1919 – í dag fyri hundrað árum síðani.

Júst var slóðbrótari. Hann var fyrsti føroyski skipari í nýggjari tíð, sum royndi í Nýfoundlandi. Tað var í 1956, at hann var skipari á Atlantsfarinum, sum Anna Isaksen í Klaksvík átti, og sum Poul Hansen í Havn reiddi út. Teir royndu í Grønlandi og gjørdu síðani av at fara til Nýfoundlands. Fiskiskapurin har yviri hevur síðani verið stór inntøka hjá føroyingum.

Í 1957 fór Júst at føra Brestir, ið var næsta stállínuskipið, sum kom til Føroya – Vesturhavið Blíða á Toftum var tað fyrsta. Poul Hansen átti Brestir. Í 1962 varð kraftblokkur settur í Brestir yviri í Íslandi. Brestir var fyrsta føroyska skipið, sum royndi eftir sild við nót og kraftblokki. Harvið vóru fyrstu fetini tikin í uppisjóvarvinnuni, sum síðani hevur ment seg til tað, sum hon nú er.

Júst í Túni fór fyrrapartin av sekstiárunum at ala síl í Skálabotni og seinni eisini á Oyrarbakka og við Fiskaaling, sum hann stovnaði saman við tí almenna. Menningin í alingini hevur verið so stór, at henda vinna í dag eigur helmingin av føroyska útflutninginum.

Í Vikuskiftis Sosialinum er grein um Júst í Túni.