Játtanin til lestrarstuðul skerd

Hóast landsstýrið hevur lagt út við, at dagføringar verða gjørdar í lestrarstuðulinum og ymsar stuðulsveitingar hækkaðar, er játtanin í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár 2 mill. kr. minni enn í ár.

Í samgonguskjalinum stendur, at lógin um lestrarstuðul skal dagførast. Ein arbeiðsbólkur hevur longu gjørt álit um dagføringar og tað leggur eitt nú upp til, at næmingar á miðnámsskúlunum fáa hægri studning og at broytingar verða gjørdar í stuðulsveitingunum til útibúgvandi og heimabúgvandi. Í samrøðu í Sosialinum í mai mánaða segði Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, at broytingarnar í lestrarstuðulinum, sum fara at hava við sær ein meirkostnað fyri landskassan, koma í gildi næsta ár.

Men hetta sæst ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Játtanin til lestrarstuðul, sum fatar bæði um stuðul og lán, og um lesandi føroyingar her heima og uttanlands, lækkar við tveimum milliónum krónum, úr 44,1 mill. kr. niður í 42 mill. kr.

Í viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum verður sagt, at metta talið av ÚS-umsøkjarum og lesandi uttanlands viðførir, at tilsamans 44 mill. kr. verða nýttar til studning. Av hesum vera 37,8 mill kr. brúktar til lesandi í Føroyum og 6,2 mill kr. til lesandi føroyingar uttanlands. Um 1500 føroyingar, ið lesa uttanlands, fáa í 1999 stuðul eftir ískoytisstuðulsskipanini.

Áhugin fyri at taka lestrarlán hevur ikki verið so stórur seinastu árini, játtanin er tí lækkað niður í 3,4 mill. kr. Umleið 3100 fólk rinda aftur lestrarlán.

ÚS-stuðulin er til næmingar í útbúgvingum eftir fólkaskúlan í Føroyum. Í 1999 verður mett, at 2000 fólk fara at fáa stuðul eftir hesi skipan. ÚSUN-stuðulin er til føroyingar, ið lesa aðra staðni enn í Norðurlondum og uml. 40 eru undir hesi skipan í verandi skúlaári.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum, til lækkingina í lestrarstuðulinum. Hann er burturstaddur uttanlands til 19. okt. á ráðstevnu og skeiði.