Játtar at hann hevði barnaporno í varðveitslu

Ein 63 ára gamal maður er í Føroyar Rætti í morgun, skuldsettur fyri at hava fleiri túsund myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi

Á rættarfundi í Føroya Rætti í morgun játtaði ein 63 ára gamal maður seg partvís sekan í at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu.

 

Sambært ákæruritinum, so eru tað tríggjar kategoriir, ið tilfarið verður býtt upp í. Tað er frá myndum av naknum børnum, har eingin samlega er til grovastu kategori, har samlega er íroknað og møguligur lívsvandi fyri barnið ella børnini.

 

Maðurin verður ákærdur eftir grein 235 í revsilógini um barnapornografiskt tilfar:

 

“Efter straffelovens § 235, stk. 1, straffes den, som udbreder utugtige fotografier eller film, andre visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærpende omstændigheder med fængsel indtil 6 år. Som særligt skærpende omstændigheder anses navnlig tilfælde, hvor barnets liv udsættes for fare, hvor der anvendes grov vold, hvor der forvoldes barnet alvorlig skade, eller hvor der er tale om udbredelse af mere systematisk eller organiseret karakter.

 

Efter straffelovens § 235, stk. 2, straffes den, som besidder eller mod vederlag eller gennem internettet eller et lignende system til spredning af information gør sig bekendt med utugtige fotografier eller film, andre visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, med bøde eller fængsel indtil 1 år. Dette gælder dog ifølge § 235, stk. 3, ikke besiddelse af utugtige billeder af en person, der er fyldt 15 år, hvis den pågældende har givet sit samtykke til besiddelsen.”

 

Maðurin er ákærdur fyri at hava í varðveitslu:

Kategori 1: 4379 myndir og 4365 filmsbrot

Kategori 2: 1812 myndir og 9585 filmsbrot

Kategori 2: 294 myndir og 604 filmsbrot

 

Onnur ákæran var fyri at víðarigeva barnapornografiskt tilfar til onnur at brúka:

Kategori 1: 207 myndir og 708 filmsbrot

Kategori 2: 144 myndir og 1539 filmsbrot

Kategori 3: 35 myndir og 80 filmsbrot

 

Triðja ákæran var, at ákærdi skal hava latið barnapornografiskt tilfar út á eitt fíl-deilings netverk:

Kategori 1: 13 myndir og 196 filmsbrot

Kategori 2: 13 myndir og 495 filmsbrot

Kategori 3: 38 filmsbrot

 

Fjórða ákæran var fyri at hava víðarigivið 13 filmbrot á sínum bústaði.

 

Ákærdi játtar seg sekan í fyrstu ákæruna, men noktar seg sekan í hinum.