Hondbóltur
Kyndil er mest vinnandi føroyska felagið, og sum so eru vónirnar til liðið altíð stórar.
Í vetur er tó ikki líkt til, at Kyndil skal gera tær heilt stóru skreytirnar. Manningarliga er liðið als ikki so væl fyri, sum teir onkra aðra tíð hava verið, og tí vóru menn sum Erlendur Johannesen, Bárður Johannesen og Jónleif Sólsker at síggja á liðnum, sum sunnudagin royndi seg móti H71.
Og hoyvíkingarnir sýndu onga náði í sínum avriki. Longu fyrstu fáu minuttirnar skræddu teir seg avstað, og teir grønu vóru ongan tíð í nær námind møguleikanum at skapa nakað av spenningi í dystinum.
Tvørtur ímóti var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá hoyvíkingunum skuldi verða. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu nógv meira orka býr í liðnum av ungum hoyvíkingum.
Við trivaliga sigrinum sendi H71 tekin um, at teir aftur í ár skulu takast í álvara, meðan tað hjá Kyndli tykist vera ein spurningur um at sleppa sum best ígjøgnum kappingarárið. Eisin hóast tað kann roknast við, at aðrir spælarar leggjast afturat hópinum, so hvørt sum árið líður.
Fakta um dystin
Kyndil-H71 21-35 (8-16)
10 min: 1-6
20 min: 4-12
40 min: 13-23
50 min: 16-32
Málskjúttar
Kyndil: Bárður Johannesen 8(1), Hans Áki Dal-Christiansen 3, Thorvald Abrahamsen 2, Jónleif Sólsker 2(1), Rani Ellingsgaard 2, Janus Einar Sørensen 1, Hans Arni B. Thomsen 1, Rói H. Lamhauge 1, Tummas Pauli Hanusarson 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 5
Útvísingar: Kyndil 3, H71 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen