Jack Nicholson umhugsar alnethandil

Undir upptøkunum av komandi filminum hjá Jack Nicholson The Departed, ið kemur til Evropa í november, spældi Nicholson eina senu, har hann var í song við tveimum ungum damum og ein av teimum hevði ein sokallaðan strap on dildo.

 Senan varð klipt burtur úr endaliga filminum, men henda uppliving gjørdi somikið stórt inntrykk uppá Nicholson, at hann skemtaði við henni, tá hann var til frumsýningina av filminum í New York í vikuni. Hann greiddi frá, at hann ætlaði sær undur at selja tílíkar kynsleikur á alnetinum, serliga dildoar í neonlitum, skrivar tv2.dk.
Hóast senan við Nicholson og strap on dildoinum er klipt út, so luttekur kynsleikan í filminum, í eini senu við Matt Damon.