Altjóða vinnustevnan Faroexpo 2013 hevur nógv áhugavert at bjóða luttakarunum. Umframt partenariatið, sum hesaferð verður hildið í ítróttarhøllini á Skála, verður ein almenn ráðstevna í Løkshøll.
Sjálv vinnustevnan á Skála verður sett klokkan 9 í morgin av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard. Tá stevnan er sett, byrjar fundarvirksemið, har umleið 70 fyritøkur - 50 føroyskar og 20 útlendskar - eftir einari ávísari skipan fara at skifta orð um felags áhugamál.
Partneriatið koyrir í allan morgin og verður tikið uppaftur fríggjamorgunin. Á middegi fríggjadagin er liðugt á Skála, og klokkan 13 byrjar almenna Faroexpo-ráðstevnan í Løkshøll, har fyrilestrar og kjak eru á skránni til umleið klokkan 16.45.
Heitið á ráðstevnuni í ár er ”Føroyska fiskivinnan uttan fyri ES". Tað verða fimm fyrilestrarhaldarar, umframt eitt kjakpanel, sum fara at mynda ráðstevnuna.
Ráðstevnan er býtt í tveir partar, har hin fyrri parturin, sum verður fyri steðgin, verður nevndur ”Verandi marknaðarstøða” - og hin seinni ”Nýggj marknaðarstøða”.
Eftir framløgurnar verður skipað fyri einum kjakpaneli, har Uni Arge verður orðstýrari.
Torstein Solem, sum er dagligur leiðari hjá Norsk Pelagisk Forening, fer at tosa um fiskivinnusamstarvið við bæði Føroyar og ES. Hann fer eisini at greiða frá teimum sjónarmiðum, sum norska vinnan hevur í mun til føroysku støðuna í fiskivinnuhøpi.
Bogi Simonsen, sum umboðar fyritøkuna North Pelagic, fer at tosa um nýggju marknaðarstøðuna og um, hvussu uppsjóvarvinnan fótar sær, síðan ES forðingarnar vórðu kunngjørdar. Hann fer eisini at greiða frá teirra útlitum og ætlanum.
ES setir krøv og avmarkingar, og ES ber seg skeivt at viðhvørt, men ES tryggjar stabilitet í Europa. ES kann geva okkara vinnu teir møguleikar, henni tørvar. Skulu Føroyar mennast, kunnu vit ikki velja ES frá. Hetta er eitt nú tað, sum Sjúrður Skaale, føroyskt fólkatingsumboð, fer at tosa um í síni framløgu.
Gustaf Baldvinsson er sølustjóri hjá Seagold í Bretlandi og Ice Fresh Seafood í Íslandi, sum bæði eru dóttirfeløg hjá Samherja. Við støði í royndunum hjá íslendingum fer Gustaf Baldvinsson at greiða frá teirra royndum á altjóða marknaðum. Eisini gevur hann sítt boð uppá, hvussu ein komandi marknaðarstøða fyri Føroyar kann síggja út.
Á ráðstevnuni fer Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún, at tosa um tær avleiðingar, sum ES forðingarnar hava fyri aðrar vinnur í Føroyum.
Fyrilestrarnir eru viðkomandi, bæði hjá eintaklingum og virkjum, og ráðstevnan verður hildin á skandinaviskum og á enskum máli. Kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo
Til ber eisini at ringja til VRG (Virkisráðgevingina). Um luttikið verður á ráðstevnuni, ber eisini til at tekna seg til veitsludøgurðan, sum verður hildin í nýggja Skótahúsinum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober klokkan 19.00, verður sagt á VRG á Høgabólki, ið fyriskipar Faroexpo.