Jacob Leth tikið seg úr Eik Banka

Jacob Leth, nevndarlimur í Eik Banka, hevur í dag boðað frá at hann, fyri ikki at skaða bankans umdømi, hevur tikið avgerð um at taka seg úr nevndini í Eik Banka frá dags dato. Fráboðanin kemur eftir tað fjølmiðlaumrøðu, ið hevur verið um Jacob Leth seinastu dagarnar. Jacob Leth er skuldsettur fyri at hava svikað við partabrøvum.

- Einasta orsøk til at eg takið meg úr nevndini er, at eg ikki ynski at seta míni persónligu áhugamál yvir bankans. Eg havi fullkomuliga reina samvitsku og havi onki skeivt gjørt, sigur Jacob Leth, sum í donskum og føroyskum fjølmiðlum er lagdur undir at hava framt lógarbrot í sambandi við handil við virðisbrøvum.

Frithleif Olsen, nevndarformaður í Eik Banka, sigur, at tey hava verið sera glað fyri at samstarva við Jacob Leth og tað er sera harmiligt, at hendan støðan er íkomin. Hinvegin, so hava vit stóra virðing fyri avgerðini, sigur hann.

-Eg vil nýta høvið at takka Jacob Leth fyri tíðina í nevndini í Eik Banka, sum tíverri gjørdist alt ov stutt, og ynski honum alt tað besta framyvir, sigur Frithleif Olsen, nevndarformaður í Eik Banka.