Tey, sum órógva grindadráp, skulu hava nógv harðari revsing, enn Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í hvalaveiðimálum, vil.
Tað heldur partamaður hansara í Fólkaflokkinum, Janus Rein, tingmaður.
Jacob Vestergaard hevur lagt uppskot fyri løgtingið, sum fer at gera tað lættari at steðga virkseminum hjá Sea Shepherd, og øðrum, sum koma til Føroya við tí endamáli at steðga grindadrápi.
Í hesum sambandi ætlar hann at at revsingin fyri at órógva grindadráp, skal hækkast munandi.
Tey, Sea Shepherdfólkini, sum vórðu tikin fyri at órógva grindadrápi á Sandi í fjør, fingu 1000 krónur í bót.
Nú ætlar Jacob Vestergaard, at minsta bótin fyri slíkt virksemi, skal hækkast upp í 7.000 krónur í bót, men so kann bótin hækka, alt eftir, hvussu groft brotið er. Samstundis kann talan verða um fongsulsrevsing.
Men hetta er alt ov lítið, heldur Janus Rein.
Hann heldur, at endamálið við eini bót skal vera at ræða fólk frá at leggja seg út í grindadráp.
Og hann heldur, at ein revsing upp á 7000 krónur, fer ikki at hava nakra serliga ávirkan í so máta.
- Bótin skal verða so stór, at hon ræðir fólki frá at leggja seg út í grindadráp, sigur hann.
Tí heldur hann, at bótin fyri at órógva eitt grindadráp við vilja, skal vera minst 25.000 krónur, og so skal hon hækka heilt upp í 50.000 krónur, ella enntá heilt upp í 100.000 krónur.
Og so kunnu tey eisini verða dømd at sita í fongsli, leggur hann afturat.
Hann heldur somuleiðis, at tað er avmarkað, hvussu stóran ómak, myndugleikarnir fara at leggja í at krevja eina lítla bót. Og tað vita umhvørvisfólkini væl av, sigur hann.
Les meiri um sjónarmiðini hjá Janus Rein um málið við at trýsta HER