- Tað kom óvart á okkum at frætta, at veiðan eftir toski á Flemish Cap verður latin øðrum skipabólki í ár, enn flakatrolarunum.
Tað siga Hanus Hansen á JFK trol, Annfinn Olsen á Vesturvón og Mortan Johannesen á Ennibergi í almennum skrivi til løgmann, landsstýrið og Løgtingið í dag.
Teir siga, at síðani í nítiárunum eru tað bara flakatrolararnir, sum hava fiskað kvotuna, eftir at línuskipini ikki megnaði at fáa lønandi rakstur burtur úr hesum fiskiskapi.
Teir meta, at tað er best hóskandi at fiska hesa kvotuna við flakatrolarunum, tí frystiorkan er stór og tí at skipini eru væl hóskandi at fiska á fjarðleiðum við við tað, at tey eru stór og kunnu hava nógva olju og útgerð umborð, sum ger, at tey kunu fiska kvotuna burðardygt.
Teir tríggir reiðararnir spyrja um søgulig rættindi ongan týdning hava longur.
Teir spyrja eisini, hvussu fíggingarstovnarnir kunnu hava álit á landsstýrismanninum, tá hann uttan grundgeving, sum teir siga- tekur søgilig rættindi frá flakatrolarunum.
Teir halda eisini, at slík framferð kann fáa fíggingarstovnarnar at aftra seg við at fíggja fiskiflotan í framtíðini.
Tí heita teir á landsstýrismannin um at broyta ætlanina fyri ikki at skapa ótryggleika og óvissur um framtíðar planleggingimi fyri føroyska fiskivinnu, sum teir siga.
Myndin er av Gadus, sum er ein av trolarunum, sum hava verið á Flemish Cap.