Jákup heldur fast í toyminum: André heldur fram

Betri deildin menn: Hópurin hjá B68 tekur veruliga skap. Nú er venjaratoymið við at vera upp á pláss

Mynd: (B68/Facebook) Ian D. Jacobsen, formaður í B68, og André Olsen

Flestu av spælarunum eru komnir upp á pláss, venjarin er upp á pláss, kropsligivenjarin er upp á pláss og nú er hjálparvenjarin eisini komin upp á pláss á Toftum. B68 hevur longt sáttmálan við hjálparvenjaran, André Olsen.

 

- Tá vit longdu við høvuðsvenjaran hjá okkum, gjørdi Jákup á Borg púra greitt, hvønn hann ynskti at standa við sína lið til spennandi projektið hjá B68. Tí eru vit sera glað fyri, at André valdi at leingja sáttmálan, sigur formaðurin, Ian D. Jacobsen, við heimasíðuna hjá B68.

 

André Olsen er toftamaður og hevur fyrr spælt við B68. Hann er sonur venjaralegenduna Jógvan Martin Olsen. Andrá Olsen hevur eisini arbeitt nógv saman við Jákupi á Borg í B36, áðrenn teir aftur blivu liðfelagir í B68 móti sumri í fjør.

 

- Eg síggi fram til eitt spennandi 2023 á Toftum. Vit hava eina ætlan um at betra okkum. Við tí spælaratilfarið vit hava, haldi eg at hetta er heilt sikkurt er nakað, sum ber til. Vit í venjaratoyminum hava nú arbeitt saman í nøkur ár, og samstarvið okkara millum riggar væl, sigur André Olsen við heimasíðuna hjá B68.

 

Av teimum útlendsku spælarunum er tað bara Aiden Liu, sum ikki heldur fram. Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen eru komnir frá B36 og Jørgen Nielsen er komin frá NSÍ.

 

Mynd: (B68/Facebook) Ian D. Jacobsen, formaður í B68, og André Olsen