Jákup Mikkelsen og teir missa liðføraran

Fótbóltur: Herfølge má framyvir spæla uttan ein av mest týðandi spælarunum

Nú donsku Superligaliðini fara undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu av kappingini, sum byrjar í mars, er greitt, at Herfølge missir ein av sínum bestu og mest týðandi spælarum.

Peter Frank, sum er libero og liðførari, hevur tikið av einum tilboði um at gerast yrkisspælari í Fraklandi. Hann hevur gjørt ein fýra og eitt hálvt ára sáttmála við Strasbourg, og flytir alt fyri eitt til franska felagið.

Peter Frank var annars sáttmálabundin í Herfølge, men franska felagið hevur keypt spælaran leysan frá sáttmálanum við eini ókendari milliónaupphædd.