Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klakt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt.

Tíðindaskriv:

 

Fyri at djóraæti kann nørast og vaksa, má tað eisini fáa føði, sum er plantuæti. Tí setir gróðurin av plantuæti um várið gongd á gýtingina hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum. Longur út á várið og summarið, tá fiskalarvurnar eru vaksnar nakað, fáa tær tikið aðra og størri føði. Viðurskiftini í náttúruni skifta frá tíð til aðra og tí leggur Havstovan dent á at kanna, hvussu tey skiftandi viðurskiftini í náttúruni ávirka føðiumstøðurnar, vøksturin og yvirlivilsið hjá fiskalarvum.

 

Í tíðarskeiðinum 8.-14. mai gjørdi Jákup Sverri ta árligu kanningina av føðiviðurskiftum hjá fiskalarvum á Landgrunninum um várið. Væl var av plantuæti á flestu støðum, serliga vestanfyri, í Vágahavinum/Sandshavinum. Gýtingin hjá reyðæti var í miðal umleið 8 egg/hon/samdøgur, sum er nakað yvir miðal, men er tó ikki av tí mesta. Reyðætið gýtti minst eystanfyri og mest vestanfyri og undir landi norðanfyri.

 

Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru. Men hóast føðiviðurskiftini tóktust at vera í lagi, so vóru fiskalarvunum smáar.

 

Seinni í ár verður magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri, so tá sæst, hvat og hvussu nógv tær ymiska larvurnar hava etið.

 

Les alla túrfrágreiðingina her.