Nú er avgjørt, at Jákup Mikkelsen verður málverji í Herfølge fram til túsund ára skiftið. Galdandi sáttmáli er galdani fram til í summar. Herfølge hevur verið áhugað í at knýta føroyska málverjan at sær eisini eftir summarfrítíðina, og nú hevur Jákup Mikkelsen gjørt av, at hann verður í Herfølge tey bæði næstu kappingarárini:
? Vit eru lidnir at samráðast, og vit eru samdir. Sáttmálin er ikki undirskrivaður, men tað er bara ein tekniskur spurningur. Eg rokni við, at endaligi sáttmálin verður undirskrivaður í hesi vikuni, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann gongur í triðja flokki á læraraskúla, og hann sigur seg vera nøgdan við treytirnar, sum nýggi sáttmálin verður skorin eftir.
? Herfølge verður ikki rikið á sama hátt sum t.d. Brøndby og FCK. Talan er ikki um fulltíðar yrkisspælarar, men um spælarar, ið hava okkurt arbeiði ella taka eina útbúgving við síðuna av fótbóltinum. Nógv teirra, sum eg gangi í læraraskúla saman við, hava okkurt arbeiði við síðuna av lesnaðinum. Mítt arbeiði er at spæla fótbólt, samstundis sum eg taki eina útbúgving, og tað dámar mær stak væl.
Higartil hevur Herfølge vant seint seinnapartin, men nú er gjørt av, at venjingin skal flytast til klokkan 13. Mikudagar fara teir at venja tvær ferðir, og leygardag fara teir at hava frí. Broytingin fer at hava við sær, at tað verður eitt sindur truplari hjá Jákupi at fáa skúlan og venjingina at hanga saman, men hann vónar, at hetta fer at bera til.
Er væl fyri
Tá prátið snýr seg um møguleikarnar hjá Jákupi at vinna plássið millum stólparnar á besta liðnum í Herfølge, er Jákup Mikkelsen sær sjálvum líkur og ger ikki nógv burturúr.
Í fjør vardi hann í tveimum umførum málið á besta liðnum, og venjarin, Ole Mørch, hevði størst álit á klaksvíkinginum síðsta partin av kappingarárinum í fjør.
Jákup hevur alla sína tíð í Herfølge kappast við Kai Larsen um málverjuplássið, og skulu vit døma út frá tí, sum Jákup sjálvur sigur, so er í løtuni lítil ivi um, at hann er sjálvskrivaður til besta málverjuplássið. Kai Larsen hevur ikki fingið tikið lut í venjingini, tí hann hevur trupulleikar við rygginum:
? Vit hava higartil vant á grúsvøllum, og tað er als ikki so hugaligt, sum tað er at venja og spæla á grasi. Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna á grúsi, og tvær ferðir um vikuna hava vit vant konditión innandura. Eg eri komin á dystarvektina frá í fjør, og nú síggja vit fram til at sleppa at spæla venjingardystir.
Ikki við landsliðnum
Hálvan mars verður farið undir seinna partin av donsku landskappingini.
Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir hava nógv á skránni, áðrenn teir fara undir aftur kappingina.
2. februar skulu teir spæla fyrsta venjingardystin, sum verður ímóti Hvidovre, og so skulu teir sambært løgdu ætlanini spæla tveir venjingardystir um vikuna fram til hálvan mars.
Veðrið ger av, nær teir í Herfølge sleppa á grasið at venja, men tað er í hvussu so er greitt, at teir fara at spæla á grasi fyrstu vikuna av mars, tí tá skulu teir taka lut í einari kapping niðri í Spania:
? Vit skulu spæla móti Viking Stavanger, IFK Göteborg og einum øðrum svenskum felagi, so tað verður spennandi.
Jákup Mikkelsen heldur ikki, at tað ber honum til at fara á venjingarlegu við landsliðnum síðst í februar:
? Eg rokni við í hvussu so er at verja málið hjá Herfølge í øðrum hvørjum venjingardysti. Tá vit fara at taka lut í kappingini í Spania fer venjarin sjálvandi at royna at samanspæla tað liðið, sum hann ætlar at byrja við í landskappingini, og eg hevði sett meg í eina verri støðu, um eg ikki tók lut í venjingini heima, áðrenn vit skulu niður til Spania. Eg ivist ikki í, at Allan Simonsen skilur mína støðu, og at hann er áhugaður í, at eg spæli í superliguni, sigur Jákup Mikkelsen úr Danmark.
Í fjør var Herfølge í Vietnam og fyrireikaði seg til landskappingina. Ætlanin var, at teir aftur í ár skuldu taka lut í kappingini, sum teir vunnu í fjør, men hetta verður nú av ongum. Sjálvt um tað skal eitast, at teir fáa allar útreiðslur goldnar, so heldur felagið, at ferðin verður ov kostnaðarmikil.
Møguleikarnir
Herfølge er eitt av liðunum í superliguni, sum teir, ið verða kallaðir serfrøðingar, á hvørjum ári rokna sum upplagdan niðurflytara, men ferð eftir ferð hevur tað eydnast hjá Ole Mørch og hansara monnum at gera spádómunum til skammar.
Jákup Mikkelsen dugir illa at meta um, hvussu tað fer at roynast í vár:
? Vit hava mist Chris Hermansen til AB. Hann skoraði átta mál í heyst, tá hann var toppskjútti hjá okkum. Herfølge hevur keypt ein sum eitur Bo Henriksen frá OB. Vit vita ikki enn, hvussu hann fer at roynast, men tað skal nógv til at tetta holið eftir Chris Hermansen.
Umframt álopsmannin hevur Herfølge keypt ein stríðsmann á miðvøllin. Hann er komin úr grannafelagnum Køge, sum rættuliga hevur spílað sseg út fyri at koma upp í bestu deildina og fyri aftur at gerast besta felagið í Køge kommunu. Millum annað hava teir sett kenda venjaran Benny Johansen í fulltíðarstarv.
? Hvussu tað fer at hilnast hjá okkum er ikki minst knýtt at, hvussu tað fer at roynast fyrstu umførini, sigur Jákup Mikkelsen.
Herfølge hevur verið kent fyri at vera eitt av feløgunum, har stríðsandin hevur verið sera sjónligur. Ole Mørch krevur nógv av sínum spælarum, og hann er ikki smæðin at býta rís og rós út, tá hann heldur, at undirsáttarnir gera ella ikki gera tað, sum teir eiga at gera.