Eftir sigrar 6. juni á Norðoyastevnu og 20. juni á Sundalagsstevnu hava tær umborð á Jallinum bíðað eftir nýggjum møguleika, meðan bæði Firvaldur og Báran hava verið á gullplássinum.
Í fína róðrarveðrinum á Vestanstevnu vístu tær umborð á Jallinum so sannførandi avrik, at tær mugu roknast sum favorittar at vinna FM heitið.
Hvør fer at vinna FM heitið verður avgjørt í sannari finalu á Ólavsøku. Jallurin hevur 38 stig, og Firvaldur hevur 37 stig. Tað ber illa til at pallseta tættari kapping og størri spenning.
Sammett við á Varmakeldu vendi úrslitið heilt øðrvísi í Sandavági. Í Fuglafirði var Firvaldur knappliga tvey sekund frammanfyri Jallin. Á Vestanstevnu var Jallurin knappliga hálvt fimta sekund frammanfyri Firvald.
Tær av Tvøroyri komu illa frá startinum, og eina løtu var Firvaldur aftanfyri Jallin, Sílið og eisini Havfrúnna. Síðstu tvey hundrað metrarnar tóktist eingin luft at vera eftir umborð á Sílinum og á Havfrúnni. Tað var í hvussu so er meiri luft eftir umborð á Firvaldi, og at tað eydnaðist tvøragentum at taka bæði Havfrúnna og Sílið ber við sær, at tað undan síðsta róðrinum er stórur spenningur um FM heitið.
At Jallurin ella Firvaldur verður meistari ber við sær, at spildurnýggjur FM vinnari skal finnast í hesi kappingini. Síðani 2005 hevur verið kappast um meistaraskapin í genturóðri. Í 2005 varð Blikur meistari, og síðani hava Frúgvin, Hvassi og Drekin vunnið. Nú verður tað Jallurin ella Firvaldur. Hvør tað verður av teimum, sum fer at vinna FM, valdast um úrslitið týsdagin um tvær vikur.