Úrslitið var soleiðis, sum tað hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar, tá ið fyrsti FM róðurin var í góðum líkindum á Vestanstevnu í Sandavági.
Jallurin vann sannførandi sigur, eftir at Sílið leingi hevði verið á odda. Síðstu tvey hundrað metrarnar tóktist eingin luft at vera eftir umborð á Sílinum. Firvaldur, sum vann á Varmakeldu, fekk stak vánaligan start, og eina løtu vóru tær av Tvøroyri eisini aftanfyri Havfrúnna. Men á síðstu metrunum tók Firvaldur Sílið, og hóast Jallurin vann, so er tað framvegis ógvuliga spennandi í FM kappingini.
Úrslit
1 Jallurin 05:42.23
2 Firvaldur 05:46.00
3 Sílið 05:46.07
4 Havfrúgvin 05:55.01
5 Hvassi 06:01.24
6 Falkur 06:03.24
7 Junkarin 06:30.03
Støðan
1 Jallurin 38
2 Firvaldur 37
3 Sílið 27
4 Hvassi 20
5 Havfrúgvin 18
6 Falkur 12
7 Báran 7
8 Junkarin 4
9 Kollur 3
10 Katla 1