Hesa vikuna liggur enski James Blunt aftur sum nr. 1 á ?15 teimum bestu? við lagnum ?1973?. Lagið ?1973? er av nýggjastu fløguni hjá James ?All the lost souls?, sum kom út 17. september.
James fekk gjøgnumbrotið hjá sær í 2004 við lagnum ?You?re beautiful?, sum megnaði at liggja sum nr. 1 á flestu evropeisku hitlistunum. Hann seldi 650.000 útgávur av ?All the Lost Souls? longu fyrstu vikuna! Løgini til fløguna ?All the lost souls? eru skrivaði á Ibiza, har James hevur eini hús, og tað er eisini frá einum náttklubbi á Ibiza, íblásturin til lagið ?1973? kemur frá.
Høgni Reistrup liggur framvegis á 2. plássi við lagnum ?Hugafar á ferð?, meðan Britney Spears hevur yvirtikið 3. plássið hjá Guðrið Hansdóttir við lagnum ?Gimme more?. Sostatt má Guðrið noyðast við einum 5. plássi hesa vikuna.