James Blunt hevði fyrstu konsertina á flogvøllinum

Tað var gott lag á flogvøllinum í kvøld, tá James Blunt og bólkur hansara lendu í Vágum.

 

– Hetta var púra púra vilt, sigur Rúni M. Djurhuus, sum hevur fyrireikað konsertina við heimskenda James Blunt, sum verður í Høllini á Hálsi í annaðkvøld.

Ring floglíkindi hava verið í dag, og flogfarið við James Blunt fekk ikki sett seg, tá tað skuldi seinnapartin, og fór til Bergens at bíða.

Men tá tað setti seg í kvøld – og nógv fólk bíðaðu í fráfaringarhøllini, gjørdi James Blunt ikki matari enn at taka gittaran um hálsin og framførdi eina konsert, har hann spældi lagið »You're Beautiful«.

– Hitt-sangarin, James Blunt, man vera eitt hitt størsta einstaka tónleikanavnið, vit nakrantíð hava sæð í Føroyum., heldur Rúni Djurhuus.

 

Saman við James Blunt á føroyaferðini tónleikabólkur hansara.

 

– Og bólkurin fer at seta sín dám á, so at vit fáa eina ógloymandi konsert, sigur Rúni Djurhuus.

 

Trýst á pílin niðanfyri fyri at síggja og hoyra lagið:

 

##med2##

 

James Blunt staðfesti navn sítt á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams.

 

Útgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini »You’re Beautiful« og »Good Bye My Lover«, sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00’unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company. 

 

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast við dyrnar.