Finnbogi Ísakson
Summarið er farið afturum, og við tí munna endursendingarnar hjá Sjónvarpinum av gomlum James Bond-filmum eisini vera farnar. Innihaldsliga hava filmarnir ikki nógv uppá seg. Tað, sum mundi hugtaka ta stóru fjøld av hyggjarum kring allan heim, tá filmarnir komu, mundi heldur vera tann ómetaliga framkomna tøknin, sum James Bond hevði at ráða yvir. Hjá honum var einki óført: bilar sum skutu rakettir, ur sum vóru magnetisk og kundu saga jarn, bilar sum flugu um áir. Og mangt, mangt annað.
Tað er framvegis nokkso stuttligt at síggja agentin 007. Men ikki so stuttligt sum fyrr, tí eftirsíðan hevur tøknin í okkara gerandisdegi ment seg so nógv, at vit sjálvi kunna í mongum førum gera meira enn nakar James Bond.
Eg skrivaði, at innihaldsliga høvdu filmarnir ikki so nógv uppá seg. Har var kortini altíð ein kjarni, sum var áhugaverd-ur: agenturin yvir øllum agentum varð altíð sendur avstað at bjarga heiminum undan onkrum ørvitisfiski, sum vildi vinna ræði á allari verðini. Heimurin skuldi allur terroriserast til at akta, og hesin heimsvaldsharrin skuldi sjálvandi - umframt at fáa alt vald - eisini gerast uppaftur ríkari, enn hann var. Hesin búrhundurin var ikki verri útgjørdur tøknifrøðiliga enn 007. Eisini hevði hann hópoyðingarvápn, so tað forsló.
Ikki veit eg, um Osama Bin Laden hevur fingið hugskotið frá James Bond-filmunum. Men eitt er vist: framferðarhátturin er tann sami. Heimurin skal terroriserast til at akta. Hví hann skal akta er heldur ógreiðari. Bin Laden og viðhaldsmenn hansara eru muslimskir fundamentalistar, verður sagt. Tað kunna teir bara vera, um teir hava hug til tað. Men hví skal allur Vesturheimurin leggjast í sor fyri tann skyld?
Okkurt bendir á, at Al Qaeda og Bin Laden vilja - eins og bølmennið í James Bond-filmunum - hava ræði á øllum heiminum. Felagsskapurin hevur ikki hópoyðingarvápn, men serfrøðingar ivast ikki í, at teir stremba eftir at fáa slík.
Í dag eru trý ár liðin, síðani hesin felagsskapur framdi sína mest umfatandi atsókn higartil. Álopini við ferðafólkaflogfør-um sum bumbum á World Trade Center og Pentagon kravdu útivið 3000 mannalív.
Tað er einki at siga til, at amerikanska stjórnin og heimurin yvirhøvur settu sær fyri at fáa steðgað virkseminum hjá Al Qaeda. Amerikanarar vaknaðu við kaldan dreym, hóast kanningar aftaná hava víst, at teir áttu at verið vaknaðir fyrr.
Strategiin, sum amerikanarar løgdu, var at leypa á lond. Tað eydnaðist at fáa breiða undirtøku í ST fyri at leypa á Afghanistan, har teir hildu fyri vist, at Talibanstýrið hevði rottað seg saman við Bin Laden og Al Qaeda. Sameindar herdeildir róku talibanarnar frá og settu eitt nýtt stýri í landinum. Men Bin Laden fingu teir ikki fatur á, og nýggja stýrið man vera so sum so.
Næsta málið var Irak. Amerikanskar og bretskar fregnartænastukeldur vildu vera við, at einaræðisharrin Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn - evnafrøðilig, lívfrøðilig og kanska eisini kjarnorkuvápn - og at hansara stýri hevði tætt samskifti við Bin Laden.
Hesaferð gekk ikki so væl: amerikanarar fingu ikki undirtøku frá ST at leypa á, tí londini hildu ikki nakað prógv vera fyri uppáhaldinum um hópoyðingarvápn og samstarv við Al Qaeda. Stór lond sum Frakland, Týsk-land, Russland og Kina vildu ikki vera við í átakinum.
Onnur lond vildu. Irak varð álopið, illmennið Saddam Hus-sein varð rikið frá valdinum, og hann varð tikin, og síðani 1. juni hevur eitt irakiskt stýri, sum amerikanarar hava sett, tikið við landsins leiðslu.
Men, men - hóast kanningarnar, sum ST gjørdi, og síðani kanningar, sum amerikanskir og bretskir serfrøðingar hava gjørt, eru ongi hópoyðingarvápn funnin. Heldur einki prógv er fyri nøkrum sambandi yvirhøvur millum Bin Laden og Saddam Hussein. Og friður valdar ikki í landinum, tvørturímóti. Irakarar stríðast ímóti hersetingarvaldinum, og fólk láta lív hvønn einasta dag. Tá Bush í mai 2003 kunngjørdi, at kríggið var av, høvdu einir 300 amerikanskir hermenn látið lív. Nú er talið oman fyri 1000.
Amerikanarar hava ikki lært nógv av sínum mistøkum. Í seksti- og sjeytiárunum royndu teir at bumba partisankríggið í Vietnam niður við napalm og øðrum fjandansskapi. Tað bar heldur ikki til. Tað letur seg rætt og slætt ikki gera at bumba ein fígginda, sum tú ikki sært, og sum tú ikki veitst, hvør er ella hvar.
Man tað ikki vera tað sama við hesum kríggjunum? Al Qaeda arbeiðir í tí loynda og loypur á, har ein minst vantar tað. Tað ber ikki til at rudda yvirgang burtur við at bumba lond í sor. Har mugu heilt aðrir útvegir finnast. Og tað skula frægari heilar til enn mín at finna útav, hvørjar leiðir eru gongdar.
Hendan greinin verður skrivað, meðan eg eri staddur í Rom. Ása og eg ætlaðu okkum eitt rend til London í summar, men tað varð av ongum. Í staðin fóru vit við Atlantsflog til Keypmannahavnar, steðgaðu á í Danmark í tveir dagar og hildu so leiðina fram við Alitalia til Rom.
Felags fyri allar hesar tríggjar býir er, at teir eru høvuðsstaðir í londum, sum vóru við í tí amerikanskt fyristílaða álopinum á Irak. Og felags fyri øll trý londini er, at yvirgangsfelagsskapir hava hótt við at fremja álop á tey. Tað ber bara ikki til at ganga og hugsa um tað alla tíðina, tí so kunna vit als ikki flyta okkum í verðini.
Niðurstøða mín er, at heimurin er vorðin uppaftur ótryggari at liva í, eftir at álopini á Afganistan og serliga Irak vórðu framd. James Bond fekk hvørja ferð forðað fyri, at ein yvir-gangskroppur vann heimsvald. Men George W. Bush er ongin James Bond. Hann hevur bara gjørt ilt verri.