JamObsession í Club 700

Tann 24. Februar verður Club 700 í Klaksvík karmur um eitt nýtt og spennandi tiltaki, har til ber at hoyra tann nýggja og øðrvísi bólkin JamObsession.

 

Bólkurin JamObsession framførir heldur øðrvísi, enn aðrir bólkar í landinum. Fyrireikarar siga, at tað serstaka við hesum tiltakinum er, at royndir tónleikarar kunnu upplivast á ein øðrvísi hárr. Teir fara at spæla kend og minni kend løg, og vera tað føroyskir og útlendskir sangir, sum verða spældir.

 

Dentur verður lagdur á at gera kvøldið so hugnaligt sum gjørligt, og tí verður livandi ljós og hartil hóskandi tónleikur at hoyra.

 

Tónleikararnir í bólkinum eru sera royndir, og hava teir sett sær fyri at framføra góðan og fjølbroyttan tónleik.

 

Teir, sum mannað bólkin eru Kenneth Skoubo Bærendsen, Albin Kristoffur Rasmussen, Brigir Johannesen, Hans Andrias Jacobsen, Jóhan Nolsøe, Karl Martin Samuelsen, Kristian Johannesen, Lindi Gardar, Eyðun Nolsøe, Mikkjal Hvannastein, Noel Joensen, Robert Waagstein.