Føroyska fótbóltslandsliðið fekk ongan sigur heim við sær aftur av venjingarleguni í spanska býnum Cadiz, men úrslitið í seinasta dystinum var betri enn úr teimum báðum undanfarnu.
Hósdagin spældi Føroyar móti spanska liðnum San Fernando, og dysturin endaði við javnleiki 3-3.
San Fernando er næstfremst í sponsku 3. deild og hevur tryggjað sær uppflyting til 2. deild. Felagið hevur eitt snøgt stadion, har pláss er til 20.000 áskoðarar. Seinastu vikurnar hevur San Fernando spælt fleiri venjingardystir og hevur m.a. vunnið 2-0 á Lodz úr Póllandi og 3-2 á týska bundesligaliðnum Werder Bremen.
Føroyingar stillaðu upp við Jens Martin Knudsen í málinum. Á aftasta plássi var Arnbjørn Danielsen, og framman fyri hann í verjuni spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen.
Allan Mørkøre røkti plássið úti í høgru síðu, meðan Øssur Hansen spældi úti í vinstra borði. Mitt á miðjuni vóru teir báðir GÍ-ararnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen, og eitt sindur framman fyri teir sum offensivur miðvallari spældi Símun Eliasen. Føroyska álopið mannaðu John Petersen og Jan Allan Müller.
Og tað skuldi enn eina ferð vera Jan Allan Müller, sum gjørdi vart við seg í føroyska álopinum. Hann fekk tvey mál og gjørdi sostatt fýra mál í teimum trimum venjingardystunum, føroyingar spældu í Cadiz. Triðja føroyska málið gjørdi Allan Mørkøre.
Spanska liðið spældi skjótan og tekniskan fótbólt, men komu kortini ikki til teir stóru málmøguleikarnar. Men uttan at hava spælt seg til nakran veruligan málmøguleika vóru spaniólar á odda 2-0, longu tá 25 minuttir vóru spældir. Tað fyrsta málið kom longu í 11. minutti.
Men føroyingar svaraðu skjótt aftur. Í 36. minutti spæla Allan Mørkøre og Sámal Joensen seg ígjøgnum í høgru síðu. Sámal sendir bóltin innfyri til Símun Eliasen, sum skallar á tvørstongina. Bólturin kemur út aftur í málteigin, har Jan Allan Müller er fyrstur at seta høvdið undir hann, og so er 1-2.
Stutt áðrenn tað hevði Magni Jarnskor eitt skot á stongina, og Jan Allan Müller sendi returin beint á málmannin.
Allan Mørkøre til 2-2
Í hálvleikssteðginum kemur Bartal Eliasen inn fyri Hans Fróða Hansen, og Jens Erik Rasmussen avloysir Símun Eliasen. Tá ein hálvur tími er eftir, verða Sámal Joensen og Magni Jarnskor tiknir út, og inn koma Djóni N. Joensen og Henning Jarnskor.
Sjey minuttir seinni roynir Allan Mørkøre seg við skoti frá brotsteigarmarkinum, og bólturin endar í netinum til 2-2.
Í 70. minutti avloysir Heðin á Lakjuni John Petersen í álopinum.
Í 79. minutti eru okkara aftur ósketnir og ikki nóg skjótir aftur úr álopi. Manuel Merine endar eitt spanskt kontraálop við at leggja San Fernando á odda 3-2.
Men Jan Allan Müller var ikki liðugur enn. Tá 89 minuttir eru spældir av dystinum, fáa Allan Mørkøre og Henning Jarnskor í felag bóltin innfyri úr høgru síðu, og vágbingurin í Esbjerg kann javna til endaliga úrslitið 3-3.
Eftir spælinum var javnleikur eitt rættvíst úrslit. Føroyska liðið hevði fleiri góðar møguleikar. Fyrst var Heðin á Lakjuni ígjøgnum, men skeyt uppum, og seinni hevði Jan Allan Müller eisini eina roynd, sum fór við síðuna av.
Sostatt spældi landsliðið tríggjar venjingardystir, har av tveir vórðu taptir og ein endaði við javnleiki. Men hartil skal sigast, at hetta ikki er besta fótbóltstíð í Føroyum, og at Jan Allan Müller var einasti fótbóltsútiseti, sum var við á venjingarleguni.
Landsliðið kemur heim aftur í dag.