Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni, so var KÍ avrikið móti GÍ syndarligt, og í hesi vikuni hevur fótbóltsprátið í Klaksvík verið nógv minni, enn tað var upp undir síðsta vikuskifti. Í vikuni hevur venjarin sveiggjað pískinum yvir spælarunum, ið hava runnið sólina svarta ? eisini uppi í fjøllunum, og klokkan 13 í dag fæst at síggja, hvussu nógv hetta hevur hjálpt. Dysturin er framskundaður, soleiðis at tað skal bera til at áskoðararnir ikki verða snýttir fyri ensku steypafinaluna í sjónvarpinum.
Tveir av lyklaspælarunum hjá KÍ eru leikbannaðir, tá VB kemur at vitja. Kurt Mørkøre fekk triðja gula kortið móti GÍ, og Jan Andreasen varð rikin av vølli.
Nýggir í hópinum eru Ove Nysted og Jóhan Lützen, og tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av at rokna við, at høvuðsevnini sum avloysarar fyri teir báðar eru tveir av trimum ? Finn Baldvinsson, Olgar Danielsen og Niclas Niclassen. Marek, sum spældi hálvskaddur móti GÍ, vandi ikki við fullari ferð fyrst í vikuni, men hann verður við í dag.
Vágbingar komu til Klaksvíkar í gjárkvøldið, og teir eru væl fyri. Eingin maður er leikbannaður, og eingin er skaddur. Í fjør var VB á odda í Klaksvík, men KÍ vann, hóast teir síðstu løtuna bara spældu við níggju monnum.
? Eg veit, at VB ofta hevur staðið seg illa í Klaksvík, men ætla vit okkum at vera við í fremru hálvu, so mugu vit fara eftir øllum stigunum, eru boðini úr Vági frá venjaranum, Krzysztof Popczynski.
Tveir nýggir í Fuglafirði
Í Fuglafirði verður spælt klokkan 13 í dag, og tað vil siga, at tey, ið hava hug til tað, hava møguleika at síggja fótbólt frá klokkan eitt og til klokkan sjey í kvøld (ÍF-B68, ensku finaluna og NSÍ-GÍ).
Talan er um uppgerð, har tað í fyrstu atløgu ræður um at økja frástøðuna úr botninum.
Hjá toftamonnum er einki nýtt gott nýtt. Allir spælararnir, ið vóru við móti B36, eru tøkir, og talan verður neyvan um, at Bjørn Krogh fer at fremja stórvegis broytingar.
Hjá ÍF er formaðurin og miðvallarin, Roy Róin, burturstaddur, og Uni Mortensen er framvegis plágaður av skaðanum, sum hann fekk Kristi himmalferðardag, tá liðini hjá ÍF í 1. og 3. deild spældu innanhýsis venjingardyst.
Nýggir í hópinum eru Bogi Nón og so Bárður á Lakjuni, sum átti at verið sjálvskrivaður á besta liðnum, men hugurin hevur ikki verið nakar serligur at venja.
NSÍ málverjin er tøkur aftur
Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbóltinum. Fyri viku síðani var tað lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um toppdyst, tá GÍ klokkan fimm seinnapartin í dag fer á vøllin við Løkin í Runavík. Men so vunnu gøtumenn á KÍ, NSÍ gjørdi kál á HB, og so er áhugin serliga snaraður móti grannauppgerðini í Runavík.
Bæði liðini eru væl fyri við fólki. Undir venjingini fríggjakvøldið í síðstu viku varð málverjin hjá NSÍ, Dejan Milanovic, skaddur í beininum, men hann hevur vant í vikuni og verður við í dag.
Trygvi Mortensen var í Gøtu sunnudagin og hugdi. Í dag fæst at síggja, hvat hann fekk burturúr GÍ avrikinum, og annan sunnudag (á norðoyastevnu) fæst at síggja, hvat hann fekk burturúr KÍ spælinum. Fyritreytirnar hjá NSÍ eru góðar, tá tað ræður um fólkið. Allir spælararnir eru tøkir ? eingin er skaddur, og eingin er leikbannaður.
Gøtumenn hava sama fólkið tókt, sum vann á KÍ, og talan verður neyvan um tær stóru broytingarnar. Ivaspurningarnir hava verið Sasha, sum hevur vant millum lítið og einki í vikuni, og Svenn Olsen, sum ikki vandi saman við hinum fyrrenn hóskvøldið. Men tað verður roknað við, at báðir vera við.
B71 hevur munin á B36
Sum omanfyri nevnt gongur tað skjótt í fótbólti, og um vit hyggja eftir hagtølunum fyri dystirnar millum B36 og B71 seinastu árini, síggja vit, at sandoyingar hava vunnið oftari á B36 enn øvugt. Í dag er B36 kortini stórfavorittur. Oddaliðið er saman við NSÍ ósigrað eftir fýra tey fyrstu umførini, og um teir ætla sær FM-heitið, er dysturin móti B71 ein av teimum, sum skal vinnast.
János Timar verður væntandi aftur í málinum, eftir at hann hevði leikbann móti B68 seinast. Tá røkti Tróndur Vatnhamar uppgávuna væl, men ungarski málverjin er neyvan komin til Føroyar fyri at sita á bonkinum. Djóni N. Joensen er farin at venja aftur eftir skaðan í lærkrikanum, men hann byrjar neyvan inni í dag.
B71 hevur havt skaðar í miðverjuni at dragast við, og móti Sumba seinast noyddist Torbjørn Jensen av vøllinum við vøddaskaða, beint eftir at hann hevði fingið B71 eitt brotsspark.
Dysturin millum B36 og B71 verður spældur klokkan 15 sum vanligt, og so fáa vit at síggja, um enska steypafinalan millum Manchester United og Newcastle fer at ávirka áskoðaratalið?
Hans ikki við landsliðnum og ikki við HB
Sterki HB-miðverjin Hans á Lag, sum av onkrari orsøk enn ikki er komin í bruttohópin hjá Allan Simonsen, hóast tað er torført at fáa eyga á nakran meira støðugan miðverja í løtuni, skal arbeiða leygardagin og verður tí ikki við í Sumba. Tí kemur tað væl við hjá HB-venjaranum, at hann kann heita á Jan Dam, sum er heima til landsliðsvenjing. Annars verður liðið ivaleyst nakað tað sama sum móti NSÍ (Magni á Lakjuni verður kanska við í hópinum), og so er spurningurin, hvussu fyrsti ósigurin á árinum hevur ávirkað føroyameistararnar.
Hjá Sumba fekk Spasojé (Bibi) Biberdzic reyða kortið á Sandi og er tí leikbannaður hesaferð. Rúni Lisberg er framvegis skaddur, og Anfinn Thomsen verjur málið í dag. Allir hinir eru tøkir, og so er Eirikur Joensen eisini heima og verður væntandi ein av offensivu sumbingunum í dag.
Í fjør fekk HB ein skarpan gang á Krossinum, og teir kendu seg hepnar at vinna 2-1. Tað var annars í sama dystinum, at Mortan úr Hørg kom illa fyri og endaði á landssjúkrahúsinum. Sumba hevur framvegis einki stig, og á pappírinum hava teir sera torførar dystir fyri framman. Fyrst HB og síðani GÍ, KÍ og NSÍ.