Jan heldur fram sum formaður

Valluttøkan var lág í formansvalinum í Fiskimannafelagnum, og sigurin hjá formanninum á avbjóðaranum var rættiliga rudduligur

Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag næstu trý árini. Hann vann sannførandi á einasta avbjóðaranum - Sniálvi Røvilsberg.

Jan Højgaard setir í morgin hol á sítt fjórða formansskeið í Føroya Fiskimannafelag. Tað er greitt, eftir at grannskoðanarvirkið Numo á middegi var liðugt við at telja atkvøðurnar á formansvalinum.

 

 

Tilsamans 423 atkvøður komu inn, og vann Jan Højgaard greitt á mótkandidatinum Sniálvi Røvilsberg. Jan Højgaard fekk 354 atkvøður, sum svarar til 84 prosent, og Sniálvur Røvilsberg fekk 60 atkvøður, sum svarar til 14 prosent. Tvey prosent av atkvøðunum vóru annaðhvørt blankar ella ógildugar - átta ógildugar og ein blonk.

 

 

 

Vallutøkan var lág, 24 prosent, tí ikki færri ennn 1785 atkvøðuseðlar vóru sendir út, tó at tað bert eru umleið 1000 limir í Fiskimannafelagnum. Hini, sum fingu atkvøðuseðil, eru maskinmenn og stýrimenn. At teir sleppa at atkvøða, er ein leivd frá tíðini, tá Føroya Fiskimannafelag umsat frítíðarlønina hjá teimum. Tann skipanin fór tó úr gildi í 2013.

 

 

Jan Højgaard hevur vunnið øll síni val í kapping við aðrar. Hesaferð var tað í kapping við Sniálv Røvilsberg, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag.
-Tað er gott fyri demokratiið, eisini í einum fakfelag, at kapping er um sessirnar. Eg vil fegin takka Sniálvi Røvilsberg fyri at hava ført eitt siðiligt og virðiligt valstríð og ynski honum alt tað besta, nú hann væntandi heldur fram við sínum virkna sjólívi, sigur Jan Højgaard á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.