Í gjár vóru 30 ár síðani Jan Restorff úr Havn fór í læru sum móttøkulærlingur á Glostrup Park Hotel. Síðani tá hevur hann rokkið hæstu tindar og nógvar heiðrar innan matstovuyrkið.
– Í dag eru tað 30 ár – ella 70 kg :-) – síðani eg fór í læru, og eg læri enn... fegin og erpin. Eg elski mítt fak, sum eisini er mítt frítíðarítriv – at arbeiða við gestum og deiligum starvsfeløgum, sum saman syrgja fyri, at tað ber til. Takki tykkum øllum, sum hava verið við á ferðini, eingin nevndur, eingin gloymdur.
Soleiðis skrivaði havnarmaðurin, Jan Restorff á Facebook í gjár.
Tað lá kanska í kortunum, at Jan Restorff skuldi finna sær yrkisleiðina innan gistingarhús- og matstovuvinnuna. Hann er sonur Jóhan Restorff, sum var ein ímyndin av Hotel Hafnia, og er Jan at kalla uppvaksin á hotellinum.
Jan Restorff er »sommelier« ella víntænari á víðakendu Søllerød Kro norðan fyri Keypmannahavn. Men á starvsleið síni hevur hann vunnið nógvar heiðrar – á listanum niðanfyri yvir yrkisleiðina hjá honum fæst eitt lítið yvirlit yvir heiðrar, sum Jan Restorff hevur vunnið:
– Receptionistelev, Glostrup Park Hotel 1986-88
– tjenerelev, SAS Royal CPH 1988-1990
– optaget i DK Sommelier Forening 1991
– Tjener, Søllerød Kro 1991
– Tjener/sommelier på SAS Royal CPH 1992-94
– restaurantchef, Glostrup Park Hotel, Restaurant La Cocotte 1994-99
– restaurantchef/daglig leder/opvarter, Søllerød Kro fra 1999.
– Årets sommelier i Den Danske Spiseguide 2004
– Champagne-prisen i Danmarks Bedste Spisesteder 2004
– Årets bedste restaurant i Den Danske Spiseguide 2005
– Årets Service (betjening) i Årets Ret 2007
– 1 stjerne i Michelin (10 gange) Guiden 2007-16
– Danmarks bedste vinkort i Den Danske Spiseguide (9 gange)
– Årets udskænkning Årets Ret - Gericke 2009
– særprisen IKON af Den Danske Spiseguide 2010
– særprisen Årets Vært i Årets Ret - Gericke 2013
– Dk bedste vinkort - White Guide 2015
– Særprisen Årenes Restaurant - Den Dk Spiseguide 2015
– Årets Serviceoplevelse - White Guide 2016/2017
– OAD top 100 Classical & Heritage Restaurant 2016 - nr. 17 i verden
– uden at det skal lyde arrogant, sorry alt ikke er noteret...:-)
– der har også været mange helt vildt fantastiske anmeldelser, merci