Nevndin í KT felagnum heldur fram óbroytt.
Jan Ziskasen heldur fram sum formaður. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Fróði Magnussen og Ulla Joensen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. Øll trý blivu afturvald.
Umframt hesi, sita eisini Snæbjørn B. Jacobsen og Ólavur Ellefsen í nevndini.
Felagið sigur, at tey hava ymisk mál at arbeiða við komandi tíðina. Millum annað at fáa sett á stovn ein KT-verkfrøði úbúgving á stovn, umframt at hava eina føroyska útgáva av altjóða tiltakinum, Hour of Code, ið snýr seg um at geva børnum betri atgond at forrita.