Jana er nýggj forkvinna í kappingarnevndini

Kappingarnevndin hjá Flogbóltssambandinum er mannað við Janu Jacobsen sum forkvinnu

Kappingarnevndin, sum er undirnevnd í Flogbóltssambandinum, hevur skipað seg við Janu Jacobsen sum forkvinnu. Jana Jacobsen starvast sum samskipari hjá Flogbóltssambandinum,  og hon fer at hava dagligu leiðsluna av kappingunum.

 

- Aftrat henni eru góðu gomlu kenningarnir Magnus Tausen og Tummas Óli Mortensen, sum skjótt hevur 100-ára jubileum á tí økinum, skrivar Flogbóltssambandið, ið boðar frá broytingum í kappingarleistinum.

 

- Saman eru tey í holt við at skipa kappingarnar fyri næsta kappingarár, og sum boðað frá fyrr, so verður kappingin skipað eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Til dømis verður lagt upp fyri landsliðisvikuskiftum, og tí er kappingartíðarskeiðið eisini longt munandi, boðar Flogbóltssambandið frá.

 

Kappingin byrjar longu í septembur, og stórsteypadystirnir verða spældir á Giljanesi 17. septembur, sum er startskotið uppá kappingarárið.