Jana leingir sáttmálan við Viborg HK

Jana Mittún tekur minst trý ár aftrat í Viborg

Mynd: Viborg HK

Jana Mittún, ið gjørdist leikari hjá Viborg HK á sumri í 2023, hevur longt sáttmálan við felagið.

 

Jana leingir sáttmálan til 2028

 

Viborg HK boðar frá í tíðindaskrivi, at tað er við gleði og stoltleika, at tey kunnu boða frá, at tey hava longt sáttmálan við føroyska spælskiparan.

 

Viborg HK skrivar, at Jana í hesum kappingarárinum hevur gjørt vart við seg, sum eitt av teimum størstu talentunum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Áhugin frá útlendskum feløgum, og øðrum feløgum fyri Janu hevur verið stórur. Kortini hevur Jana valt at halda fram við at mennast í Viborg HK.

 

Anders Friis, høvuðsvenjari hjá Viborg fegnast um, at Jana hevur longt sáttmálin. Hann heldur hon hevur eitt stórt potentialið, og hevur í hesum kappingarárið havt ein lyklaleiklut á liðnum. Anders Friis heldur Jana er ein dugnaligur spælskipari, og hon er ótrúliga skjótt. Hóast unga aldurin torir hon at taka ábyrgd. Jana hevur ein stóran leiklut í ætlanini hjá Viborg at vinna seg fram í oddin, bæði í Danmark og í Evropa.

 

Jana staðfestir, at hon trívist væl í Viborg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon heldur hon mennist væl í Viborg HK, ið hevur stórar framtíðarætlanir, ið Jana fer at gera sítt til, at tað eydnast at røkka hesum framtíðarætlanum. Skrivar heimasíðan hjá Viborg HK.

 

Mynd: Viborg HK

Mynd: Viborg HK