Jana slapp upp í part í heimasigri hjá Viborg

Viborg liggur væl fyri at vinna seg í endaspælið um danska meistaraheitið

Føroyski landsliðsleikarin, Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í dag dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Bjerringbro.

 

Tað eydnaðist Viborg at vinna dystin 30-25. Í steðginum var Viborg á odda 17-14.

 

Jana skoraði trý mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var hon triðeffektivasti leikarin hjá Viborg í dag.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 22 stigum, og tær liggja væl fyri at enda millum átta tey ovastu liðini, ið vinna seg í endaspælið um danska meistaraheitið.

 

Viborg spælir dyst aftur 6. mars aftaná landsliðssteðgin. Tá møtir Viborg greiða oddaliðnum, Team Esbjerg á útivølli.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1Team Esbjerg2244
2Ikast 2240
3Odense 2236
4Nykøbing Falster2128
5Viborg HK 2222
6Keypmannahavn   2222
7Silkeborg-Voel 2222
8SønderjyskE 2221
9Ringkøbing 2217
10Aarhus United 2216
11Skanderborg2115
12Horsens 2113
13Bjerringbro 228
14Ajax 210