Jann Ingi aftur á Toftum

Eftir tvey ár í NSÍ og eitt hálvt ár í danska Skive, er Jann Ingi Petersen aftur í B68. Men hann sleppur ikki á vøllin við besta liðnum fyrr enn eftir summarsteðgin

– Eg spældi við skaða ein part av kappingarárinum í fjør, og tá eg var til royndarvenjing í Skive, var eg framvegis skaddur. Nú eri eg so komin heimaftur, men havi gjørt stór framstig viðvíkjandi skaðanum, síðani eg kom aftur á Toftir. Tí vænti eg skjótt at vera klárur at spæla fótbólt aftur.
Tað sigur 27 ára gamli Jann Ingi Petersen, sum í vikuni skrivaði undir sáttmála við B68, so hann er knýttur at barn­dóms­felagnum hetta kapp­ingar­árið og tey bæði næstu við. Trupul­leikin er tó, at av tí at flyt­ingarvindeygað er latið aftur, kann hann ikki spæla við Vodafoneliðnum hjá B68 fyrr enn eftir summarsteðgin, tá vind­eygað letur uppaftur.
– Tað verður nokk ikki so stuttligt at standa á síðulinjuni og hyggja at, meðan hinir spæla, sjálvt um eg eri klárur, men tað má eg so bara liva við. Eg venji við besta liðnum hjá B68 og kann spæla við liðnum í 2. deild, so eg má bara royna at gera meg kláran, til eg aftur havi loyvi at spæla við besta mans­liðnum hjá B68, sigur Jann Ingi.
– Hinvegin er tað kanska ikki so galið allíkavæl, tí nú havi eg møguleika fyri at koma fyri meg í øllum góðum, uttan at eg fari ov skjótt fram. Tað kann í longd­ini koma at roynast betur fyri meg, og undir øllum um­støðum noyðist eg at taka tað, sum tað kemur.
Nakað eftir at fótbólts­kapp­ingin var liðug í fjør, flutti Jan Ingi Petersen til danska 1. deildar­liðið, Skive IK, men skaðin gjørdi, at hann ongan­tíð veru­liga kom í gongd har. Nú er hann so heima aftur og sær hóast alt ljósari upp á fót­bóltin, tí hann merkir minni og minni til skaðan.