Janne Andersson riggaði av við einum sigri

Janne Andersson rakk einari HM-fjórðingsfinalu í 2018 og einari EM-áttandapartsfinalu í 2021

Í kvøld endaði tíðin hjá 61 ára gamla, Jan Olof "Janne" Andersson sum landsliðsvenjari hjá Svøríki.

 

Svøríki vann í seinasta dystinum við Janne Andersson sum venjara 2-0 á Estlandi á Friends leikvøllinum í Solna uttanfyri Stokkhólm í einum EM-undankappingardysti í bólki F.

 

Bert 11.000 áskoðarar vóru møttir til seinasta landsdystin hjá Janne Andersson, soleiðis eru treytirnar tá gongdin er vánalig. 

 

Viktor Claesson og Emil Forsberg syrgdu fyri við hvør sínum máli, at Janne Andersson slapp at enda við einum sigri. Tey 11.000 trúføstu sum vóru møtt syrgdu eisini fyri, at Janne Andersson fekk eina góða skilnaðarløtu.

 

Tað hevur kiksað hjá Janne Andersson at vinna Svøríki til EM-endaspælið komandi summar, og í fjør kiksaði tað í Play Off dysti móti Pólandi at vinna Svøríki pláss í HM-endaspælinum í Katar. Haraftrat upplivdi Svøríki eyðmýkingina at detta úr Nations League Deild B og niður í Deild C, har Føroyar kunnu gerast tað eina mótstøðuliðið í komandi Nations League kappingini. 

 

Janne Andersson sum var svenskur landsliðsvenjari millum 2016 og 2023 hevur tó staðið fyri nøkrum megnar avrikum. Í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 vann Svøríki seg í fjórðingsfinalurnar, ið var besta svenska HM-úrslitið síðani HM-bronsuna í 1994, og í EM-endaspælinum í 2021 vann Svøríki seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Í 2019 vann Janne Andersson 4-0 á Føroyum á Tórsvølli og 3-0 á Føroyum á Friends leikvøllinum í Solna í EM-undankappingini.

 

Áðrenn Janne Andersson gjørdist svenskur landsliðsvenjari førdi hann IFK Norrköping til svenska meistaraheitið, ið var mett at vera eitt stórt bragd, og tað greiddi gøtuna hjá honum at gerast svenskur landsliðsvenjari. 

 

##med2##