Í dag tryggjaðu kvinnurnar á Jarnbardi sær FM heitið í kappingini millum 6-mannaførini. Jarnbardur hevur vunnið allar seks róðrarnar, og tað var einki óvæntað í tí, at kvinnurnar í Knørrafelagnum vunnu í dag og harvið tryggjaðu sær FM heitið.
Merkisvert er tað, at hetta er tíggjunda ferðin, at róðurskvinnan á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, er við til at vinna FM. So ofta hevur eingin annar verið við til at vinna FM í kappróðri.
Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri móttøku fyri manningini í kvøld, har Jannie verður heiðrað fyri framúr metið.
Í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum vann Teistin av Argjum í tættari kapping við Havfrúnna úr Vestmanna. Hetta var fyrsti sigurin hjá Teista kvinnunum í ár. Fyri einari viku síðani vann Ørnin úr Sandavági, men í dag gekk ikki so væl hjá sandavágskvinnum, sum endaðu á 5. plássi.
Hóast tað vóru fleiri óvæntað úrslit í vánaligu róðrarlíkindunum í Sørvági, so var yvirhøvur eingin ivi, tá ið 5-mannaførini við gentum róðu. Erla Kongsdóttir missir ikki flogið uttan mun til, hvussu líkindini eru, og aftur hesa ferð var hetta tryggasti sigurin av øllum. Sigurin í dag ber við sær, at Erla Kongsdóttir við gentum hevur endurvunnið FM heitið, sum tær á fyrsta sinni vunnu í fjør.
Í barnaróðrinum millum gentur eydnaðist tað Spógvanum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum at vinna. Hetta var fyrsti sigurin hjá teimum í ár.