Janus og Dánjal eru á meistarakós

ÍBV vann 1. finaluna um íslendska meistaraheitið á Hauki í kvøld

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV fingu eina rimmar byrjan upp á finalurnar um íslendska meistaraheitið.

 

ÍBV vann í 1. finaluni á heimavølli úti í Heimey 33-27 á Haukum. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, og eitt skiftið í seinni hálvleiki vóru Haukar á odda 21-17, men so fekk ÍBV gongd á og vann ein sannførandi sigur.

 

Janus skoraði trý mál og Dánjal skoraði eitt mál.

 

Komandi týskvøld verður 2. finalan leikt á Hafnarfirði. Spælt verður best av fimm dystum.