Janus og Dánjal vunnu seg víðari í Europa Cup

ÍBV vann eisini tann seinna dystin móti ísraelska liðnum, Holon

Fyrr í dag leikti føroyingaliðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, ÍBV seinna Europa Cup dystin móti ísraelska liðnum, Holon úti í Heimey. 

 

Ígjár vann ÍBV 41-35 (20-18) á Holon. Í dag vann ÍBV 33-32, og harvið ein samlaðan 74-67 sigur, og fer víðari í kappingini.

 

Í steðginum í dystinum í dag var støðan 16-16.

 

Í dag skoraði Janus Dam Djurhuus fýra mál, og Dánjal Ragnarsson eitt mál fyri ÍBV. 

 

Báðir dystirnir vóru leiktir úti í Heimey. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir ÍBV fyrsta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Talan verður um eina føroyingauppgerð á útivølli á Akureyri millum liðið hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA og ÍBV.