9. partur
Tá ið arbeitt verður við eini slíkari røð sum hesi kemur ymiskt undan kavi. Kom av tilvild um dagarnar fram á bók hjá Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandi 1889-1895.
Bókin kallaðist Færøerne og var ein lýsing av »landet og dets Beboere. Fra det daglige Liv.«
Hetta er ein áhugaverd lýsing av Føroyum um hesa tíðina, tá ið Falk Rønne virkaði í Føroyum.
Hann lýsir eisini umstøðurnar hjá prestum. Reglan var, at prestur skuldi koma til hvørja kirkju 6-8 ferðir árliga. Tá kundi eisini vera tørvur á at hava gudstænastu gerandisdagar. Um umstøðurnar í Dímun skrivar hann:
Til enkelte meget vanskelige øer kommer præsten sjældnere, til St. Dimon f. Eks kun to Gange om Aaret, til Myggenæs tre Gange. Fra St. Dimon fortælles der, at Præsten i lange Tider ikke havde været paa Øen, da han paa Grund af Svimmelhed ikke kunde bestige den bratte Opgang – for øvrigt den samme opgang, fra hvilken Pastor Jensen i 1874 faldt ned og slog sig ihjel.
Da der endelig kom en Præst derop, noterer denne:
I dag confirmeret Pigen NN og annammet hende til Skrifte og Guds Bord, hvorefter jeg copulerede (gifti) hende til velagtede Ungkarl N.N. Siden døbte jeg sammes Barn, hvorhos hun holdt sin Kirkegang. I Sandhed en højtidsdag for samme pige.
Tað hava eftir øllum at døma verið fleiri ár síðan prestur var seinast, og tí mátti alt hetta gerast um eina leið.
Av fjalli at giftast
Man ser, at Vanskelighederne ikke er saa faa, især for de smaa øers vedkommende, hvor der maa tages hensyn til Vejr og Vind, Sø og Brænding og hvor Præsten ikke kan sende bud i forvejen om sit komme. Naar vejret er godt, maa det benyttes. Saa kommer Præstebaaden paa Vandet, og han sejler ud til Øen, hvor han maaske kommer ret uventet. Maaske skal brudgommen hentes hjem fra Bjærget eller Bruden fra Køerne i Haugen. Forældre faar travlt med at skaffe Faddere til deres udøbte lille, og Slægten samles for at gaa til Graven, som der skal kastes Jord paa.
Hetta er eisini tað, sum prestar hava upplivað í Stóru Dímun. Falk Rønne leggur afturat, at eitt er at koma til oynna, eitt annað kann vera at sleppa avstað aftur, tá ið líkindini kunna vera ivasom og »de fleste Præster kunde vel ikke lade være med at blive nervøse, naar Baadføreren stiller sig nede i Kirkedøren for stiltiende at mane til Afslutning. Thi kommer der forandring i Vejret, da gælder det om at slippe bort fra Øen, ellers kan Præsten og hans Mandskab komme til at ligge vejrfaste der ude i Dage, maaske i Uger.«
Janus og Jóhannes fara fyrstu ferð at fleyga
Í somu bók hevur Jørgen Falk Rønne nakrar stuttsøgur úr Føroyum. Ein av teimum er úr Stóru Dímun. Søgan snýr seg um brøðurnar tann 12 ára gamla Johannes og tann 11 ára gamla Óla Jákup. Bæði nøvn og aldursmunur samsvara við pápa Janus, Óla Jákup og beiggja hansara Jóhannes, eisini kallaður Janus.
Falk Rønne var jú skald og gjørdi tí nakað nógv av, men henda søgan sigur tó, hvussu tað var at vera barn í Dímun.
Dreingirnir høvdu »aldrig været uden for deres Ø. Ude i det blaa Hav svømmede de andre Øer, som de hver dag maatte se paa, og i de lange Vinteraftener havde de hørt om Byer, hvor mange Folk boede tilsammen, om Dans og um Lystighed – det lød som et Eventyr for dem. Med store Øjne hørte de til og længtes mod det blaa Land derude.
Alligevel var de glade, hvor de var. Her var friskt og frit og nok til at tage vare paa for raske Drenge.
Først var der nu de to store Tyre, Køerne og de smaa Kalve, der gav meget Arbejde og megen glæde. Saa var det de store Faarehunde, der næsten var saa kloge som Mennesker. I Selskab med dem og Faarehyrden havde de mangen en anstrengende, men dejlig Dag, naar det gik over Flader og Skraaninger i lystig Fart for at fange de vilde Væddere, eller naar de krøb ad bratte, trange Stier for at faa et vildfarent Faar op. Og saa i Baaden under Øen, naar Vejret var godt – især om Sommeren, naar Smaafisken stod her i store Stimer, saa man fik Bid blot man kastede Angelen ud, eller om Høsten, naar Torsken var saa stor, at de begge maatte lægge alle Kræfter i for at faa den over Rælingen.
Men allerbedst var det dog i Fugletiden – det glædede de sig til hele Aaret rundt. Hvor var det en Fryd at sidde paa Eggen og ved et behændigt Kast fange den forbiflyvende Fugl i Nettet paa den lange Flejestang – og saa komme hjem med hundrede, to Hundrede, maaske tre Hundrede Fugle. Og hvor var det spændende, naar en af Mændene, som havde været nede i Bjærget i Line, skulde hejses op, naar de sled i det tykke Tov og gættede efter Tyngden, hvor mange Storfugle, han vel havde med sig.
Men søgan sigur, at nú eru dreingirnir komnir í ein slíkan aldur, at teir vilja sjálvir sleppa at draga lunda, og teir biðja pápa sín um loyvi til tess.
Hann var eitt sindur ivasamur. »Den gamle Bjergbestiger og Fuglemand var ængstelig, naar han tænkte paa sine Øjenstene i det bratte, høje Fjæld.«
Men hinvegin, “det skulde jo være deres Levebrød at hænge i Linerne med Flejestangen og klatre ad de farlige Veje – de maatte jo dog til det en Gang. Saa sagde han alvorligt: »Gaa da i Guds Navn, Drenge, men forsigtige og raadsnare.«
Tað sum ikki náddi at koma við í hesi søgu, at báðir brøðurnar doyðu av vanlukkum, sum áður er greitt frá. Hetta var eisini ein partur av lívinum í Stóru Dímun.
--------------
Fuglurin kom til sættis
Fuglur hevði stóran týdning í Stóru Dímun. Hesum greiðir Janus eisini frá:
Tað var so nógvur fuglur í Dímun, og hann hevði sjálvsagt sín stóra týdning fyri húsarhaldið. Gamalt var, at ein tunna av saltaðum fugli skuldi vera árliga til hvørt fólk. Ein tunna var knapt 600 lundar ella 250 lomvigar.
Lomvigin plagdi at koma í bergið á kyndilsmessu fyrst í februar. Hagreiðingin av lunda og lomviga var ymisk. Lomvigi varð kruvdur, men lund bert skuldi magadragast. Til døgurða varð roknað við einum lomviga ella trimum lundum til hvønn persónin.
Á jóansøku kom fyglingin fyri. Til tess kravdist nógv manning og komu teir millum annað úr Sandvík og Dali at hjálpa til.
Bjargalínurnar vóru ymiskar til longdar. Tann longsta, nevnd Stóralína, var 120 favnar. Tað skuldi hegni til at síga í Dímun. Nógva staðni er loft í berginum, og tá hongur fleygamaðurin í leysari luft.
Fleygalínan var um veturin í síni tíð goymd á kirkjuloftinum, so stórt var tað. Har kundu fólk enntá sita.
Á Stóru Dímun var ein gøta, sum gongur allan vegin kring oynna. Á hvørjum ári, áðrenn fuglatíðin kom fyri var farið eftir gøtuni við hakkara og spaka fyri at beina burtur eyr og grót, sum rutt var niður um veturin.
Tað var eisini tað serliga í Dímun, at har vóru teir ikki mannaðir at draga fleygamannin við fongi uppaftur. Hann var tí línaður niður á helluna. Fleygamaðurin kom tá upp gjøgnum Kleivina og veiðan varð drigin upp í Dráttin.
Lundin kom á summarmála 14. apríl. Tá hann var komin í holuna um miðjan mai var farið at draga lunda. Hvør maður hevði sítt serstaka stað. Tá kundi bóndin við at kanna holurnar finna fram til, hvør ið fór illa um holurnar. Húskallarnir høvdu sum setning at draga 100 lundar um dagin, og setningurin hjá arbeiðskonunum var eisini at royta 100 lundar.
Á jóansøku var hildið uppat at draga lunda, og tá var farið at fleyga bæði lunda og lomviga. Við fleyging kundi fáast eitt stórt tal av lunda. Dømi eru um, at tað kundu fáast yvir 1.000. Tað vóru tó fáa støð, har lomvigi fekst á flogi
Tað kundi fleygast á øllum ættum uttan eystri. Eisini kundi fáast væl av havhesti, og tað bleiv eisini sligið havhestaungar. Teir uttanoyggjamenn, sum komu at hjálpa, fingu fugl afturfyri.
Ræning-tøka av eggum
Vit gjørdu nógv av at selja egg. Tað er tiltikið, at lomvigareggini skuldu vera so øgiliga sterk. Tað hevur verið sagt, at dettur eitt lomvigaregg við nóg stórari ferð niður í ein bát, kann tað bróta seg gjøgnum bátin. Hatta havi eg nú ikki upplivað sjálvur.
Teir á Gørðunum í Vági tóku fast egg frá okkum, teir komu sjálvir eftir teimum við báti. Men vit plagdu sjálvir at fara við báti til Tvøroyrar at selja egg. Tað vísti seg, at tað var serliga fiskafólkið, sum hevði áhuga fyri at keypa, so har plagdu vit at leggja at.
Eggini hildu sær nokk so leingi, ein mánaða. Tey kundu vera saltað og kundu eisini nýtast til vetrarføði.
Vit plagdu at fáa 8-10 oyru fyri eggið. Eg minnist, at vit í 1936 fingu eina 60 favna langa bjargalínu. Hon kostaði kr. 600. Mamma segði, at ræningin hetta árið betalti hesa línuna. Hetta merkir so, at vit hava selt eini góð 6.000 egg. 600 krónur hevur verið eitt gott ískoyti tá í tíðini, ein heil fiskimannaløn.
Bjargalínur vóru annars keyptar úr Bretlandi. Tær vóru um 4 tummar í ummát. Tað var eitt krav, at festarin skuldi halda línuna. Tað var tað trygga við bjargalínum, at tær slitnaðu ikki. Tær kundu í ringasta fall togna.
Kol fyri lunda
Línurnar til Dráttin at draga vøru upp frá helluni vóru úr manilla. Tær kundu í ringasta føri slitna.
Mamma hevði ein fastan mann Gøtu Símun. Hann var ættaður úr Norðragøtu men búði á Tvøroyri. Teir vóru tveir beiggjar og eisini tvær systrar giftar til Suðuroyar. Beiggjarnir vóru Símun og Magnus og systrarnar Olevina og Elsa. Pápi teirra var Liða Dávur (Poulsen.)
Símun átti eitt seksmannafar við motori. Hann sigldi út til Dímunar í fleygatíðini. Hann tók fuglin frá fleygingarmonnunum, sum teir blakaðu á sjógv, og so seldi hann fuglin fyri okkum á Tvøroyri óroyttan. Tað var mest lundi, sum varð fleygaður í Dímun.
Fuglur varð royttur í oynni til húsbrúk. Fjøðurin varð eisini nýtt til dýnur og tílíkt. Hetta var bert lundafjøður, tí lomvigafjøður var so grov og tung. Fjøður varð eisini seld. Hon fór vist av landinum.
Fyrst eg minnist var havhestur eisini royttur. Tann fjøðurin fór í hvussu er av landinum.
Tað komu menn aðra staðni frá at fleyga. Millum hesar vóru hvalbingar. Teir høvdu ofta nakrar sekkir av koli afturfyri. Hetta lætti eisini um.
Arne Nørrevang hevur í síni frálíku bók “Úr bjargasøguni” eisini forvitnisligar frásagnir um fuglaveiðu í Stóru Dímun. Her eru eisini áhugaverd gomul skjøl, sum lýsa hesa søgu. Umframt lunda og lomviga vóru eisini onnur fuglasløg veidd. Eitt dømi var rituungar. Ritan eigur ymsastaðni í berginum, og har verða pisurnar sitandi til tær eru floygdar. Beint áðrenn hetta hendir vórðu tær tiknar.
Arne skrivar eisini, at fuglatíðin endar seinast í august mánaði við at farið varð eftir náta og líra.
Seinast í juni var skarvsungin farin at gerast so stórur, at tað lønti seg at fara upp í skarvaurðarnar. Reiðrini vóru rættiliga løtt at finna, og eisini vistu teir, hvar tey plagdu at vera ár um ár. Við einum húki, har agnhaldið var avfílað, á eini sneis, fingu teir fatur á ungunum, sum lógu í reiðrunum inni ímillum teir stóru steinarnar.
Tað eru eisini fleiri mans, sum eru deyðir í bjørgunum.
Johannes Johannesen nevnir í síni bók nakrar tilburðir.
Á sumri 1886 fóru tríggir dal-bingar niðan til Dímunar, sum tað varð kallað har. Teir høvdu fingið loyvi til at draga lunda, hóast tað var farið av lundadráttartíð. Hans Petur á Braðnum fall tá norðuri í Braðnum. Hann var fingin aftur á lívi. Men komin til Dals doyði hann, 27 ára gamal.
Í 1891 fall tann 15 ára gamli sonur Johonnu og Heina Joensen, Óli Jákup.
Í komandi parti er tað komið so langt við hesi søgu, at Janus giftist við Kinnu úr Sandvík