Janus, Øssur og Birita eru í semifinaluni í kvøld

Í kvøld skulu tey trý, Janus Jakobsen, Øssur Debes Eiriksfoss og Birita Poulsen aftur kappast í kappingini »Team Ninja Warrior«, sum verður sent á á Kanal 5 í kvøld klokkan 19.

 

Tey trý eru komin í semifinaluna, og nú skulu tey trý liðini finnast, sum skulu hittast í sjálvari finaluni.

 

– Í semifinalurin eru seks lið klár at koma upp á heimsins villastu forðabreyt, skrivar Kanal 5 í sambandi við sendingina í kvøld.

 

Team Ninja Warrior er kapping, har tey luttakandi kappast í tí tey kala heimsins truplasta forðabreyt. 24 lið eru í kappingini, og trý eru á hvørjum liði.

 

Føroyska liðið kalla tey »Team Søpapegjøje«, og tey hava vunnið sær pláss í fyrstu semifinaluni, sum verður í kvøld.

 

Við at trýsta á pílin á myndini síggja vit eit lítið klipp av sendignini – og um hetta klippið skrivar Kanal 5 soleiðis:

 

– Ongantíð hava vit sæð nakað líknandi – Øssur frá Team Søpapegøje setur met á breytini upp á eitt sindur meira enn 35 sekund!

 

Sendingin »Team Ninja Warrior« verður at síggja á Kanal 5 klokkan 19 í kvøld føroyska tíð.