Ungi tónleikarin Janus Mortensen hevur nú givið sín fyrsta sang út.
Janus hevur ikki verið nógv frammi í sambandi við tónleik higartil, men hann hevur eitt nú havt framførslur í sambandi við skúla og annað.
Í ár var hann eisini við í X-Factor kappingini í Danmark, og tá kom hann nakað víðari, áðrenn hann varð sendur úr kappingini. Hann fekk tilboðið um at gerast partur av einum bólki, sum skuldi koma víðari í kappingini, men Janus segði nei takk til at syngja í Wasteland.
Nú hevur Janus verið í studio hjá Kristoffur Mørkøre, sum hevur framleitt nýggja sangin hjá Janusi. Sangurin kallast The Last Goodbye og kann hoyrast niðanfyri.