Ávaring: Japan heitir á íbúgvar um at leita sær skjól

Íbúgvarnir á japansku oynni, Okinawa, hava fingið boð um at leita sær í tryggleikan, eftir at Norðurkorea hevur skotið upp eina ballistiska rakett.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga í kvøld.

 

Tíðindastovan skrivar, at eini neyðboð eru løgd út á ávaringartænastuna J-alert, og boðini eru til fólkið í allari regiónini kring japansku oynna, Okinawa.

 

Japanska verjumálaráðið heldur, at Norðurkorea hevur skotið upp eina ballistiska rakett, helst uttan ávaring.

 

Hernaðarleiðslan í Suðurkora boðar umleið samstundis frá, at Norðurkorea eisini hevur skotið upp ein njósnarafylgisvein.

 

Norska Dagbladet, sum endurgevur tíðindastovuna Reuters, sigur, at tey fara at fylgja gongdini í málinum, sum eftir øllum at døma órógvar Japan.

 

Reuters veit eisini at siga, at ávaringarlúðrar hava ljóðað í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul.

 

Sagt verður, at íbúgvarnir í høvuðsstaðnum hava fingið boð um at fyrireika seg til eina møguliga burturflyting.