Tað er ikki bara í Norðurlondum, at summarið hevur verið heitari enn vanligt, men hevur ein hitabylgjan eisini rakt fleiri lond í Asia. Men meðan tey flestu í Norðurlondum fegnast um nakrar eyka sóldagar, hevur hitabylgjan kravt fleiri mannalív í Asia. Tað skrivar danski miðilin TV2.
Mánadagin bleiv nýtt hitamet skrásett í Tokyo, tá hitin fór upp um 40 stig og er Japan eisini tað landið, ið er harðast rakt av hitabylgjuni. Mett verður at yvir 40 fólk eru deyð, meðan 9.000 fólk hava fingið læknahjálp vegna hitaslag.
Hitin hevur ført til, at myndugleikarnir hava heitt á skúlarnar um at avlýsa øll uttandura tiltøk og taka neyðug atlit fyri at tryggja, at næmingarnir ikki fáa hitaslag.