Japan stongt seinasta kjarnorkuverkið

Japanar hava í dag sløkt tann seinasta kjarnorkureaktorin, og fyri fyrstu ferð í meiri enn 40 ár standa allir teir 54 reaktorarnir í landinum stillir. Tann seinasti, sum er sløktur í dag, er á Tomari-verkinum har norðuri í landinum.

Vanlukkan á Fukushima-kjarnorkuverkinum seinasta vár gjørdi, at myndugleikarnir valdu at lata fleiri reaktorar kring landið aftur, meðan trygdin bleiv kannað til botns. Stjórnin í Tokyo er fyri at seta reaktorarnar aftur í gongd, men meirilutin av fólkinum og teir lokalu myndugleikarnar eru ímóti.

Kjarnorkuverkini hava latið umleið ein triðing av orkuni, sum samfelagið brúkar, men serfrøðingar í Tokyo ivast stórliga í, at nakað verð verður latið uppaftur.