Japanarar á odda í týskari kanning

Í eini kanning sum kendi amerikanski analysustovnurin J.D. Power hevur gjørt fyri týska bilblaðið Auto Bild, ið umfatar kvalitet, image, service og hvussu týsku bilaeigararnir eru nøgdir við sínar bilar, liggja japansk bilmerkir klárt á odda.

Í kanniningini luttóku 19.916 týskir bilaeigararnir, og bilarnir høvdu koyrt 30.000 km í miðal.


Bilarnir vóru deildir upp í sjey ymiskar kategoriir. Besti umtókti mikrobilur varð Toyota Aygo, meðan best umtókti minibilurin var Honda Jass, í minna miðalklassanum var Honda Civic best umtóktur, og í størra miðalklassanum var tað Toyota Prius, BMW 500 var best umtókti stjórabilur, Toyota Corolla Verso var best umtókti MPV, og best umtókti 4x4 var BMW X3.


Allir bilarnir vóru frá 2005 og 2006. Í fimm av sjey kategorium lógu japansk bilmerkir á odda.


Kelda: Auto Bild